Tað kókar! Hví eru bókmentir ikki tíðindi?

Í fýra dagar hevur tað kókað við bókmentum í Norðurlandahúsinum. Hesin, eftir mínum tykki, landsins allar størsti mentanarberi, (hvussu hetta nú skal mátast?) eigur eina hjartans tøkk fyri sín leiklut í at gera hesar fýra dagarnar til eina sanna bókahátíð, har øll tiltøkini haraftrat eru ókeypis fyri brúkaran.

 

 

Í húsinum við síðuna av, Kringvarpi Føroya, valdar neyð og elendigheit. Stjórin hevur í hesum døgum boðað frá, at útreiðslurnar eru ov høgar í mun til inntøkurnar, og tí má hann senda 11 ársverk út úr skipanini.

 

Tey siga, at Kringvarpið er Føroya størsti mentanarberi!

 

Hvussu kann ein stovnur vera Føroya størsti mentanarberi, tá ið hann ikki megnar í nakrari tíðindasending hesar fýra dagarnar at tosa um tað, sum fer fram í grannahúsinum, sum eisini er mentanarberi, og so nógv tann størsti í Føroyum, kanska?

 

##med2##

 

Tað átti ikki at borið til hjá blaðmonnum á vakt um vikuskiftið, at verið so starblindir sum tíðindaberar, og kortini at varðveita síni størv!

 

At fylla tíðindasendingina við at lesa upp úr sunnudagsfrágreiðing frá løgregluni, um hvussu nógv hava koyrt full hetta vikuskiftið í Klaksvík og í Eysturoynni, og at varta upp við tølum, sum misprýða fíggjarlógina fyri 2024, tá ið hugt verður eftir játtanum til Eysturoynna, eini fíggjarlóg, sum enn er til viðgerðar, og tí ikki er samtykt. Tað er langt úti.

 

##med3##

Einaferð í tíðini starvaðist eg á einum arbeiðsplássi, har summi viðskiftafólk, í skemti, høvdu hug at kalla ein part av okkum fyri ‘Hovs-mafian’. Eg haldi, eisini í skemti, at í útvarpstíðindunum í dag, hoyrdist langt út á vegin eitt ekkó av eini “Eysturoyarmafiu” við mikrofonina.

 

Hetta bókmentavikuskiftið, hevur fyri tað mesta, ein freelansari, sum, í síni frítíð eisini skrivar (góðar) bøkur, men so vítt eg dugi at síggja í skránni fyri Bókadagarnar, ikki luttekur á hesi bókahátíð, ábyrgdina av tíðindasendingum útvarpsins. Og hann heldur als, ikki at tað eru tíðindi til lurtararnar, at ársins bókahátíð er í grannahúsunum.

 

##med4##

Nýggjar skaldsøgur, nýggj yrkingasøvn, nýggj stuttsøgusøvn, nýggir høvundar, útlendskir úrvalshøvundar, yrkisbókmentir, barnabøkur, nýggjar útgávur av tveimum slóðbrótandi tíðarritum og bókmentaligar umrøður av øllum handa slag. Húsið er fult upp undir lúkurnar av spildurnýggjum bókmentaligum tilfari, har feløg, stovnar og einstaklingar varta upp við øllum yvirskotinum, tey eiga.

 

Hetta hevur als ongan tíðindaáhuga hjá freelansaranum, hvørs navn eg heldur ikki finni í starvsfólkayvirliti Kringvarpsins.

 

Nú veit eg ikki, um journalisturin einsamallur hevur ábyrgdina av at ‘kóka rættin’ hetta vikuskiftið, men um so er, átti hetta at fingið Kringvarpsleiðsluna at hugsa øðrvísi.   

 

##med5##

Alla aðrastaðni í verðini eru bókmentir tíðindi. Hví eru tær ikki tíðindi í Kringvarpi Føroya?

 

Samstundis sum journalisturin situr leysur á beinkinum, haldi eg, at skeggið situr alt ov nær mikrofonini!

 

Við hetta lag kókar alt í eldin í Kringvarpinum.

 

Men tað kókar í Norðurlandahúsinum.

 

Og tað kókar í mær!

 

Martin Næs

 

19/11-2023

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##