Tað leyp einki av hjá ÍF

1. DEILD: 07 Vestur tapti 1-0 á heimavølli og bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum

Jóhann J. Højbro skoraði málið, tá ið ÍF í kvøld vann 1-0 á útivølli ímóti 07 Vestur Mynd: ÍF

ÍF er næstfremst, og 07 Vestur er aftast. Undan dystinum í Sørvági í kvøld hevði ÍF vunnið 9 dystir, spælt tríggjar javnar og tapt ein ímóti TB. 07 Vestur hevði ongan dyst vunnið, spælt tveir javnar og tapt 11.

 

Í kvøld sást tað ikki, at tað vóru 28 stig ímillum hesi bæði liðini. ÍF vann 1-0 við máli, sum varð skorað eitt lítið korter eftir steðgin. Málskjútti var Jóhann J. Højbro, sum hevur verið ein tann drúgvasti á ÍF liðnum í ár. Hetta var onnur ferðin í ár, at Jóhann J. Højbro var málskjútti á besta ÍF liðnum.

 

ÍF hevði fleiri málmøguleikar og royndir ímóti málinum enn heimaliðið. Men 07 Vestur var á ongan hátt niðurspælt. 07 Vestur liðið var betri mannað í kvøld, enn tað kanska hevur verið fyrr í ár. Ari í Haraldstovu Petersen vardi málið, og millum teir úti á vøllinum vóru Eiler Fróðason, Jóannis á Steig, Ragnar Weihe og Arbjørn Heðinsson.

 

Síðsti dystur hjá ÍF undan summarsteðginum verður leygardagin á heimavølli ímóti NSÍ á varmakeldustevnu, og fríggjakvøldið fær 07 Vestur vitjan av B36.

 

TB vann leygardagin 3-1 á heimavølli ímóti B71. Stóri spælarin hjá TB var Nikolei Johannesen, sum skoraði bæði til 1-0 og 2-1, og sum hevur skorað fimm mál higartil í ár. Fyrra málið var við skoti av brotsteigarmarkinum og tað seinna, tá ið hann var leysur í brotsteiginum.

 

Amerikanski Gio Garcia javnaði stutt undan steðginum fyri B71. Talan var um fínt langskot, og hetta var fimta málið hjá honum í ár, og hann er toppskjútti hjá B71.

 

Sjey minuttir undan leikloki var tað Samudeen Musah, sum staðfesti 3-1 heimasigurin.

 

B71 fer týskvøldið at spæla á heimavølli ímóti KÍ, og TB fer fríggjakvøldið at spæla á útivølli ímóti HB.

 

-

 

TB – B71 3-1 (1-1)

 

1-0: Nikolei Johannesen 10.

 

1-1: Jovanni Garcia 38.

 

2-1: Nikolei Johannesen 48.

 

3-1: Samudeen Musah 83.

 

-

 

07 Vestur – ÍF 0-1 (0-0)

 

0-1: Jóhann J. Højbro 58.

 

-

 

TB141202411436
ÍF141031311333
Víkingur14734362424
B7113733231424
Undrið FF14725222023
14716382522
HB14518273016
B36143110183510
NSÍ1322913488
07 Vestur14021211372

 

-

 

Týsdagin 28. juni

 

NSÍ – Undrið FF: Árni Brandsson Petersen kl. 19.45

 

B71 – KÍ: Jákup Øssursson Mohr kl. 19.30

 

Fríggjadagin 1. Jjuli

 

07 Vestur – B36: Bjarki Danielsen kl.

 

HB – TB: Rúni Olsen kl.  

 

 

 

Jóhann J. Højbro skoraði málið, tá ið ÍF í kvøld vann 1-0 á útivølli ímóti 07 Vestur Mynd: ÍF