Tað grør um gangandi fót í mótavinnuni í Føroyum í dag, og javnan síggja vit nýggjar føroyskar sniðgevar stinga seg upp, og gerast ein partur mótamyndini.
Ein teirra, sum hevur verið partur av mótamyndini síðani 2012 er Malan Fosaa við merkinum Fosaa.
Vørurnar frá Fosaa eru út kópaskinni, fiskaskræðu og seyðaskinni. Fosaa framleiðir millum annað handskar, turrikløð, taskur, belt, oyralokkar, hálsketur, butterfly til kvinnur og menn, lummafløskur við fiskaskræðu og mangt annað.
Malan Fosaa lærdi at seyma við skinni í 1977, tá ið hon fór til Danmarkar á skúla. Síðani hevur Malan arbeitt í timburhandlinum í Havn í 32 ár, fram til 2012. - Eg arbeiddi í einari mannfólkavinnu í 32 ár, áðrenn eg fór undir sniðgeving, greiður Malan frá.
Í dag arbeiða Malan Fosaa og dóttir hennara í fyritøkuni. - Vit hava so nógv at gera, at eg ivist í, at vit kunnu selja vørurnar í útlondunum, tí eg vil gera allar vørurnar sjálv, og á ein rættan hátt, sigur Malan.
Les meira um sniðgeving í Vikuskiftis Sosialinum.