Tað skal verða eitt sindur bíligari hjá foreldrum

Uppskot er á veg í Løgtingið um at gera tað bíligari at hava børn

Barnafrádrátturin í skattinum skal hækkast. Tað halda tey í Fólkaflokkinum og nú fara tey at leggja uppskot fyri Løgtingið um tað. Undanfarna samgonga, sum Fólkaflokkurin var við í, legði sama uppskot fyri Løgtingið fyri jól, men tað fall burtur tá ið løgmaður útskrivaði nýval.

 

Men nú Fólkaflokkurin er í andstøðu, leggja tey uppskotið fram aftur. Sostatt skjýtur flokkurin upp, at barnafrádráttin í landsskattinum skal hækka 2.000 krónur um árið fyri børn undir skúlaaldur, og 1.500 kr. um árið fyri børn frá 7 til 17 ár. 

 

Uppskotið fær gildið frá 1.januar í ár, so tað er galdandi fyri alt árið. 

 

Tað merkir, at barnafrádrátturin verður 9.200 krónur fyri hvørt barnið, sum er undir sjey ár, og 6.500 krónur fyri hvørt barnið ímillum 7 og 17 ár.

 

Fólkaflokkurin heldur, at tað er átroðkandi neyðugt at geva barnafamiljunum eina hjálpandi hond. 

 

– Seinasta tíðin hevur verið merkt av øktum prísum, rentum og oljuprísum, og øðrum hækkingum. Hesar príshækkingar koma sum steinur omaná byrðu hjá barnafamiljunum og tískil er tað alneyðugt, at vit geva barnafamiljum ein fíggjarligan lætta, sigur Fólkaflokkurin.

 

Tað eru nógvir politikarar, sum hugsa um føroysku familjurnar í hesum døgum. Í hesum sambandi fer Miðflokkurin at leggja uppskot fyri Løgtingið um at avtaka oljuavgjaldið, og tað fer at gera tað 3000 krónur bíligari hjá einum vanligum húski.

 

Og harafturat er samgongan á veg í Løgtingið við einum uppskoti um kreppuhjálp til tey, sum eru allarringast fyri og tað er ein stuðul upp á 12.000 krónur.