Tað snýr seg um tær úr Havn og av Tvøroyri

6-mannafør kvinnur: Í dag vóru tað tær úr Havnar Róðrarfelag, sum vunnu og styrktu um sína støðu í FM kappingini

Støðutalvan sigur, at tað er Víkingur hjá Havnar Róðrarfelag og Froðbingur hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, sum hava møguleika at vinna FM. Eftir sigurin í Vestmanna í dag hevur Víkingur 27 stig, og Fróðbingur hevur 25 stig. Á triðja plássi í FM kappingini er Rádni úr Fuglafirði við 19 stigum.

 

Í dag komu hesir tríggir bátarnir á mál í hesi raðfylgju.

 

Starturin hjá Víkingi var heilt góður, og Víkingur var fremstur allan teinin. Fróðbingur royndi at bjóða av, men tað eydnaðist ongantíð at taka Víking, sum á málinum var tað mesta av einari hálvari bátslongd undan teimum av Tvøroyri.

 

Rádni var í sera tættari kapping um triðja plássið. Tað vóru meiri enn tríggjar bátslongdir frá Froðbingi og aftur til Rádna, sum var minni enn eina hálva bátslongd frammanfyri Sølmund.

 

1 Víkingur (HR)04:56.35+00.007 
2 Froðbingur (FSR)04:57.35+01.006 
3 Rádni (ÍF)05:05.37+09.045 
4 Sølmundur (NSÍ)05:06.30+09.904 
5 Norðstovudánjal (SR)05:13.00+16.303 
6 Tvørabáturin (FSR)05:15.30+18.902 
7 Lómur (AR)05:16.37+20.041
1 Víkingur (HR)427 
2 Froðbingur (FSR)425 
3 Rádni (ÍF)419 
4 Sølmundur (NSÍ)417 
5 Norðstovudánjal (SR)49 
6 Lómur (AR)47 
7 Páll Fangi (KRF)36 
8 Tvørabáturin (FSR)22 
9 Glyvrabáturin (NSÍ)30 
10 Smyril (VK)10 
11 Hósvíkingur (HVR)10

 

 

 

rsf.fo