Føroyar/Nashville: Arbeiðið við fløguni byrjaði um vikuskiftið.
Teir hava longu tikið okkurt upp, men hesar komandi mánaðirnar verður tað stóra takið: Tónleikur skal spælast inn. Sangurin skal takast upp og alt skal síðani miksast á eitt masterband.
Hetta verður eftir ætlan liðugt í summar, og seinni í heyst kemur henda føroysk-amerikanska fløgan út. Tað serstaka við henni er, at Jákup Zachariasen og hansara fólk standa 100 prosent fyri øllum: Frá hugskotinum til eitt lag og til tað umsíðir verður útgivið á fløgu í heyst.
Russ Taff er kendur í gospel-umhvørvinum kring allan heimin, og hevur verið við í einum ótali av innspælingum í sínum 56 ára langa lívi. Nú verður fløgan “Made in Faroe Island”.
Hvørjar vónir hevur so Russ Taff sjálvur til hesa komandi útgávuna? Svarið kemur beinanvegin:
- Fyri meg, er tónleikurin ein tann mest máttmikli faktorurin í heiminum í dag. Ein av pávunum í Rom segði einaferð, at hann hevði heldur viljað býtt túsundtals messur um fyri ein góðan sang. Fólk minnst nevniliga sangir.
- Tá so henda fløgan er liðug vóni eg, at onkur fer at kenna seg nærri knýttan at konu ella unnustu síni. At onkur verður nærri knýttur at børnum sínum. At onkur hoyrir eitt lag og fer at virðismeta eitt sólarris hægri. Og sjálvandi eisini, at onkur má kenna seg nærri knýttan at Gudi enn áður. Tí tónleikur vísir altíð vegin uppeftir, tá hann kemur úr røttum staði.
- Eg ynski, at tá fólk hava lurtað eftir fløguni, at tey tá kunnu siga, at hon nam við meg, - ja, at henda fløgan fekk meg at taka eina avgerð og at handla, sigur Russ Taff.
Tónleikari í heimsflokki
Tað var í roynd og veru á G!-festivalinum í 2004 at eitt tónlistarligt vinarlag birtist millum tann heimskenda Russ Taff úr Nashville, og tann meiri og meiri kenda tónleikasnillingin, Jákup Zachariassen úr Havn.
Hetta var fyrstu ferð, at Russ Taff yvirhøvur var í Føroyum. Hann kom einsamallur, men Jákup fekk sum uppgávu at seta saman ein tónleikabólk og kór at framføra saman við honum.
Tað var longu her á Gøtusandi, at Russ byrjaði at undra seg yvir føroyingar: At ein her hevði givið so nógvar fløgur út, og at ein her átti so frægar tónleikarar og sangarar, sum teir ið Jákup fekk savnað saman – og fekk at spæla saman við sær á so høgum støði.
- Eg visti ikki nógv um Føroyar áðrenn hetta. Men eg varð púra tikin á bóli, tá eg hoyrdi tónleikarar og sangarar tykkara. Og á konsertini upplivdi eg eisini, hvussu gott úrslit spurdist burturúr.
- - Satt at siga, gjørdist eg eisini púrasta paff, tá eg fann út av, at tit her eiga ein so fantastiskan mann á steel-guitaranum sum Jákup. Hann er ein tann besti av sínum slagi, skal eg heilsa og siga. Hansara “passión” fyri tónleiki sært tú fáastaðni kring heimin, slær Russ Taff fast.
Í heimbýi hansara, Nashville finst ein hópur av slíkum spælarum, men fyri Russ var eingin ivi um, at hann her sat saman við einum spælara í heimsflokki, og sum haraftrat brendi fyri sakini tá – og framvegis ger tað!
Tað besta av tí besta
Russ hevur verið í Føroyum tríggjar ferðir áður, og nú hann er komin á fjórða sinni, er hann av sonnum vorðin greiður yvir, hvussu stóran týdning og ávirkan ið tann føroyski tónleikurin hevur havt og framvegis hevur á hann.
Eftir enn eina vitjan her í summar, har hann og Jákup tosaðu nógv saman, varð avgerðin tikin: Russ bar eitt hugskot fram føroyska vinmann sín, og tað var ikki meiri enn hálvtalað orð, so skuldi hetta setast í verk. Her vóru bæði fólk og umstøður til at skriva tekstir, løg og til framleiðslu av eini nýggjari fløgu á føroyskari jørð.
- Tá eg so sá hetta studio’ið hjá Kristoffuri, so bleiv eg enn einaferð ovfarin av útgerðini og fólkunum rundan um - jamen, hetta er einki minni enn “the state of the art” (tað er: tað besta av tí besta).
- Eg hugsaði fyrst, at tað kundi verið áhugavert at tikið onkran sangin til mína nýggju fløgu upp onkra aðrastaðni enn í Nashville. Men tað var skjótt, at vit báðir gjørdust samdir um at brúka hetta fantastiska studio’ið bæði til sangin og til tónleikin, greiðir Russ íðin frá.
Sum sagt, so gjørt. Í hesum døgum verða fyrstu stigini tikin til eina nýggja fløgu, sum kemur á marknaðin í heyst.
Fáa gleðina fram
Hóast Russ Taff hevur nógv ár á baki sum tónleikari, og hevur útgivið eitt stórt tal av fløgum einsamallur og saman við øðrum, hava hesar vitjanirnar í Føroyum haraftrat givið honum nakað persónligt aftur: Orku.
- Eg sang við eitt møti í samkomuni Lívdini í Hoyvík sunnudagin. Henda løtan, saman við øllum hinum upplivingum mínum her á landi, hava av sonnum givið mær bæði orku og hug til tónleikin aftur, greiðir hann fegin frá.
Sum tónleikari kennir hann alt til tað at vera á longum konsertferðum, tá tónleikurin so við og við einans gerst til eitt arbeiði og ikki ein passión longur. Ja, ein nærum gloymir, hví ein er tónleikari!
Henda hugsanin og henda kenslan eru nú skúgvaðar til viks. Gleðin um tónleikin er komin ístaðin.
- Hetta minnir ikki sørt um ta fyrstu gleðina og ta fyrstu tíðina, tá eg var tónleikari: Gleðin um at skriva tónleik. Gleðin um at framføra tónleik, og gleðin um at kunna gleða onnur við mínum tónleiki.
- Tað er hjá mær, sum um hugurin at skriva løg og at framføra tey, er vaknaður til lívs aftur, sigur Russ við einum brosi.
Paul Simon og Russ Taff
At Russ Taff hevur fingið gott fólk rundan um seg, - fólk sum brenna fyri tí sama og sum hava hug at fáa eitt framúr gott úrslit í heyst, hava bert verið honum til fyrimunar og íblástur.
- Tykkara tónleikur er nevniliga unikur. Hetta er serstakur tónleikur, sum eg ikki havi hoyrt nakra aðrastaðni kring heimin, sigur Russ, sum hevur ferðast í einum ótali av londum, heimspørtum og tónleikaumhvørvum.
- Orsøkin til hetta er uttan iva hesin serligi friðurin og tann vakra náttúran, sum eftir míni fatan gera sítt til, at ein veruliga kann fara niður í dýpdina við tí kreativa í tónleikinum. Hetta er bara so ótrúligt, at tað má upplivast.
- - Lurta bara eftur tí lagnum, sum vit høvdu í gjøgnum í morgun. Eitt ótrúligt lag, skal eg siga tær, har tú samstundis hoyrir nakað av taktini úr tykkara føroyska dansi. Hetta var rættiliga nýskapandi fyri meg, sigur Russ Taff, ið samanber hetta við tónleikin hjá kenda sangaranum Paul Simon.
Hesin var eitt skifti í 1986 í Suðurafrika, og tað var týðiligt at merkja, at hann hevði fingið nýggjan íblástur og nógv burtur úr á hesi ferðini, sum eisini hoyrist aftur á verkætlanini, ið fekk heitið “Graceland”.
- - Eg vóni so eisini, at fólk í USA og kring heim, sum fara at lurta eftir fløguni, fara at uppliva nakað av tí serstaka føroyska á hesi útgávuni!
Føroysk tíð ella hamburgers
Á ferðum sínum í Føroyum hevur Russ Taff somuleiðis fingið eyguni upp fyri einum eyðkenni føroyinga: Tíðin og friðurin.
Í mun til USA, har alt skal ganga skjótt fyri seg og fólk gera nógv við at eta hamburgers ella fara til fastfood, vísir tað seg, at tíð er nakað ein hevur og sum ein nýtir.
Tá ein arbeiðir við eini fløgu í USA er neyðugt at gera skjótt av í studio, tí ein má alla tíðina hugsa um, at tann næsti tónleikarin stendur úti í gongini og bíðar eftir at sleppa framat. Spurningurin er, hvønn týdning og hvørja ávirkan hetta hevur fyri kreativitetin.
Fyri Russ Taff er eingin ivi um, at kreativitetin innan tónleik, tað mást tú loyva at henda. Tað er ikki nakað sum tú skundar tær við, og ikki eitt, har tú hugsar meiri um útgávufeløgini ella útvarpsstøðirnar, men at tað í roynd og veru er eitt lag, ið tú arbeiðir við.
Hetta er júst tann holdningurin og tann passiónin, sum sermerkir prátið og arbeiðið í Kris-Stuff Studio í Hoyvík, og sum Russ Taff setur so stóran prís uppá.
Sooo langt?
At Russ Taff hevur verið her tríggjar ferðir áður, er ikki nakað sum er farið ómerkt aftur við borðinum hjá tónleikavinum hansara í USA.
Hann er sjálvur sannførdur um, at Føroyar eru vakrasta staðið í heiminum, og kundi gott hugsað sær at búð her. Men hvat siga vinirnir, nú hann er komin higar at framleiða eina fløgu?
Eitt av vinfólkum hansara er Lynda Randle, ið áður hevur verið í Føroyum. Og tá hon hoyrdi um ætlanir hansara, so skilti hon hann sera væl.
Øðrvísi var við onkrum av hinum, sum beinleiðis spurdu, um neyðugt var at flúgva í meiri enn átta tímar til Føroyar, bara fyri at taka eina fløgu upp.
- Teir søgdu við meg: “Tú behøvist ikki at fara sooo langt. Tú skalt bara ganga “half a mile”, so er tú í einum super studio her í Nashville!”.
- - Eg haldi ikki, at teir rættiliga skilja meg nú. Men eg eri sannførdur um, at um nakrar fáar mánaðir fara teir at skilja, hví eg júst valdi at fara til Føroyar. Og hvør veit, kanska fara teir sjálvir at framleiða sínar fløgur saman við Jákupi?!
FAKTA
Russ Taff
Føddur 11. november 1953, og er gamal í garði sum gospel-sangari.
Hann varð fyrst við í bólkinum The Imperials og hevur eisini sungið við Gaither Vocal Band.
Russ Taff hevur givið út fløgur saman við einum hópi av øðrum sangarum, men hevur sjálvur givið út 13 solofløgur, og í heyst kemur altso tann 14. fløgan út.
Hann hevur fingið fleiri heiðurslønir, m.a. hjá Grammy.
Hann er giftur við Tori, sum hann hevur skrivað fleiri sangir til, eins og hon hevur skrivað fleiri sangir til hansara framførslur.
Hetta er fjórða ferðin hann er í Føroyum. Men neyvan tann seinasta.
Flenna, gráta og elska
Í heimbýi Russ er ikki langt millum studio’ini, og har hevur hann møguleika at velja og vraka millum bæði tónleikarar, bakgrundssangarar, tøkningar, framleiðarar og onnur, ið vita alt um útgávu av fløgum.
Tað var kortini eitt við tónleikinum, ið Russ fann her í Føroyum og sum hann ikki fann so nógva aðrastaðni kring heimin: Henda stóra passiónin, yndið ella tokkin til tónleikin.
- Eg havi sæð tað, hvørja ferð eg havi verið her. Tá tú ert við í tónleiki í longri tíð, gerst hann so líðandi ein handilsvøra. Men her, - her hjá tykkum upplivi eg ein slíkan reinleika fyri at umskapa og fáa tónleikin til tað, sum hann veruliga er ætlaður til: At fáa teg at flenna, at gráta og eisini at føla nakað.
- So tá eg og Jákup tosaðu saman um hesa fløguna, var tað hetta sum lá mær í huga. Og hetta skal eisini verða sereyðkenni fyri nýggju fløguna, sigur altso Russ Taff.