Tað er púra burturvið at økja rakstarútreiðslurnar við 40 millónum krónum og íløgurnar næstan tað tvífalda – og so enntá at brúka av innistandandi í so góðum tíðum. Tað vísir seg, at borgarstjórin og samgongan trúgva, at trøini vaksa inn í himmalin. Hetta er respektleyst og eitt klassiskt dømi um, at býráðsmeirilutin hevur mist tamarhaldið á kommunubúskapinum.
Tað prógvar í øllum førum henda fíggjarætlanin, sum fer at leggja enn størri trýst á fyrisitingina, sum frammanundan er undir ivaleysa stórum trýsti, tí virksemið í kommununi jú er so stórt.
Tá tú ert valdur til at umsita skattaborgarans pening, er neyðugt at vísa virðing og respekt, men her er býráðsmeirilutin við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum tvørturímóti farin at reka hasarderaðan fíggjarpolitikk, ið nóg illa tolir at bera heitið fíggjarpolitikkur. Her er virðingin og respektin fyri skattaborgaranum sett fullkomuliga til viks.
Tað er ábyrgdarleyst at brúka av innistandandi í so góðum tíðum, samstundis sum hetta er eitt tekin um sjúkan fíggjarpolitikk, har raðfesting, tolsemi og politiskar visjónir als ikki eru til staðar. Alt hetta verður ofra, tí alt skal henda her og nú – kosta, hvat tað kosta vil!