Fríggjakvøldið ella leygarnáttina hevur onkur brotið inn í húsið í Sørvági, har Sørvágs Sløkkilið heldur til. Húsið er í tveimum og í aðrari helvtini stendur sløkkibilurin. Hurðin inn í hina helvtina er brotin upp og løgreglan sigur, at tað er týðiligt, at roynt hevur eisini verið at bróta inn á sløkkibilin.
Tað hevur so ikki eydnast og onki er stolið.
Løgreglan sigur, at bæði tey og sløkkiliðið taka tað í størsta álvara, at roynt verður at bróta inn á sløkkibilin.
- Vit vita ikki um gerningsmaðurin ella gerningsmenninir hava ætlað at gera herverk á bilin, ella hvat ætlanin var, sigur løgreglan.
- Men ongin ivi skal vera um, at sløkkiamboðini skulu rigga, tá ið brúk eru fyri teimum í einum knappari og tí verður eitt innbrot á sløkkibilin tikin í størsta álvara.
Av í sama verður heitt á fólk, sum hava sæð nakað, um at siga løgregluni frá.
Myndina hevur Eileen Sandá tikið.