Àtala at tey onki fingu at vita um ókeypis koyring

- Landsverk átalar at hann,, sum hevur ein part av ábyrgdini fyri ferðslutrygdini, onki fekk at vita um ætlanin at bjóða øllum at koyra ókeypis ígjøgnum undirsjóvartunlarnar í eina heila viku

Ókeypis Koyring
 

 Tá ið leiðslan fyri undirsjóvartunnilin bjóðar øllum at koyra ókeypis ígjøgnum undirsjóvartunlarnar í eina heila viku, fer tað uttan iva at føra til sera nógva ferðslu.
Tí er tað eisini ein spurningur um, hvussu trygdin skal skipast, fyri at fáa alt at ganga, sum tað skal.
Men tey, sum hava ábyrgdina fyri ferðslutrygdini, fingu onki at vita um ætlanin at bjóða ókeypis koyring ígjøgnum undirsjóvartunlarnar í eina heila viku.
Og tað átalar Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki.
Landsverk er ein av teimum stovnum, sum hava ábyrgdina av trygdini á føroysku vegunum, men hann fekk onki at vita um tað, at tað skuldi vera ókeypis koyring ígjøgnum undirsjóvartunlarnar í eina heila viku.
Sostatt er tað ikki í samráð við tey, sum hava ábyrgdina av ferðslutrygdini, at hendan ókeypis koyringin er fyriskipað.
Og sostatt hava tey, sum hava ábyrgdina av ferðslutrygdini, heldur ikki verið við til at leggja trygdina til rættis, fyrrenn nú, tað frættist um tiltakið, nakrar fáa dagar áðrenn tað verður sett í verk.
- Tað er óheppið, at eitt slíkt tiltak verður fyriskipað, uttan at leiðslan fyri undirsjóvartunnilin tosar við okkum, sum hava ábyrgdina av ferðslutrygdini, sigur Oyvindur Brimnes.   
Men hvørja støðu Landsverk hevði havt til eina slíka ætlan, vil Oyvindur Brimnes ikki siga nakað um.
Sosttatt vil hann ikki siga, um Landsverk yvirhøvur hevði viðmælt einum slíkum tiltaki ella um hann hevði viljað havt, at tað skuldi verðið skipað øðrvísi.
- Tað kann gera tað sama at tosa um tað nú, tí nú er tað sett í verk. Men eg kann bara siga, at tað átti ikki at verðið sett í verk, uttan í samráð við vegamyndugleikarnar og Løgregluna og tey, sum annars hava ábyrgdina av trygdini, sigur Oyvindur Brimnes.
Hann sigur, at eitt er, at tað verður ókeypis at koyra ígjøgnum tunlarnar. Eitt annað er, at tað verður ókeypis í eina heila viku.
- Tað ger, at tað fer at verða ein heilt óvanliga nógv ferðsla, tí tað er hugsandi, at stórt tal av fólki vilja sleppa ígjøgnum tunlarnar, áðrenn tað aftur fer at kosta nakað, leggur hann afturat.
 
Hava tilbúgving
Men Landsverk staðfestir, at nú verður ókeypis koyring og sostatt gera tey tað, sum tey kunnu, fyri at tryggja ferðsluna.
Serliga er væntandi, at nógv ferðsla verður í Norðoyggjum og har eru nakrir serliga trongir fløskuhálsar og tað eru tunlarnir í Norðoyggjum.
Har eru tað bilarnir, sum koyra suðureftir, sum hava víkiskyldu.
- Vit hava koyrt alt strekki saman við løgregluni. Og fyri at tryggja ferðsluna, hava vit sett skelti uttanfyri tunlarnar norðanfyri, har vit boða frá, at tað skulu vera minst 100 metrar ímillum bilarnar, sum fara inn í tunlarnar norðaneftir.
Samstundis eru skelti sett upp, sum vísa á,, hvussu langt er ímillum bilarnar.
Hann sigur, at frástøðan ímillum bilarnar er sett til 100 metrar fyri tryggja, at tað altíð skal vera pláss at fara inn á eitt víkipláss.
Tí vónar hann, at bilarnir fara at virða skeltini.
Annars fer Landsverk at heita á Løgregluni um at fylgja gjølliga við ferðsluni ígjøgnum tunlarnar og at boða frá, taka  trupulleikar seg upp.
- Vit hava eisini sjálvir eina tilbúgving og kunnu í eini handavending seta eina ljósregulering upp, so at tað bara verður loyvt at koyra annan vegin í ein álvan tíma og so aftur hin vegin í ein hálvan tíma, ella okkurt tílíkt.
Hann sigur, at virða bilførarar skeltini um at halda frástøðu, væntar hann ikki, at trupulleikarnir verða ov stórir, men verður tunnilin fullur av bilum, sum hvørki sleppa aftur ella fram, kann ein ljósregulering verða neyðug.
Hinvegin stúrir Landsverk ikki fyri at tað verður ov nógv gass í tunlunum, tí royndir vísa, at har er altíð rættiliga nógvur gjøgnumtrekkur. 
 
Loysa uppgávuna
Hinvegin hevur løgreglan ikki somu trupulleikar av hesum, sum Landsverk hevur.
Jón Klein Olsen á politistøðini í Havn, sigur, at løgreglan leggur seg ikki út í, um eitt slíkt tiltak verður fyriskipað ella ikki.
Men nú tað verður fyriskipað, fyrihalda vit okkum bara til tað og fara síðani at leggja til rættis, hvussu vit kunnu loysa uppgávuna at fáa ferðsluna at glíða og so brynjar løgreglan seg til tað.
Hann væntar, at størstu trupulleikarnir verða ikki av ferðini, men av nøgdini av bilum.