Talið av deyðum og saknaðum í Acapulco nærkast 100

Guvernørurin, Evelyn Salgado, sigur, at higartil eru 45 fólk staðfest deyð, og 47 eru saknað í kenda frítíðarbýnum í Meksiko.

Myndugleikarnir í meksikanska frítíðarbýnum, Acapulco, sum herfyri varð raktur av ódnarveðri, siga, at talið av deyðum og saknaðum nú nærkast 100. 

 

Tá ódnin Otis rakti økið mikudagin í síðstu viku, endaði vindferðin uppi á 266 kilometrum um tíman, sum svarar til 73 metrar um sekundið.

 

Tað er rættilig orkan.

 

Býurin Acapulco hevur verið floymdur av vatni, og nógv íbúðarhús, hotell og aðrir bygningar hava eisini fingið vindskaðar í ógvusliga ódnarveðrinum.

 

Nógvir bilar endaðu undir i vatni, samskiftismøguleikarnir í býnum fóru, eins og býurin misti vega-og flogsamband.

 

Guvernørurin í økinum, Evelyn Salgado, sigur, at higartil eru 45 fólk staðfest deyð, og 47 eru saknað.

 

Tað er tørvur á mati og vatni, og hetta hevur elvt til, at íbúgvar eru byrjaðir at ræna handlar og hús í kenda frítíðarbýnum, Acapulco, veit Reuters at siga.