Talv: Føroyar vunnu á Íslandi

Hetta er 16. ferð, at talvdysturin millum Føroyar og Ísland verður telvdur síðani 1978, har íslendska liðið er mannað við telvarum úr Eystur- og Norðurlandinum. Telvað verður annað hvørt ár. Ísland hevur sum oftast ligið omaná í orrustuni. Støðan er nú 11 ? 5 til Ísland. Seinast Føroyar vunnu var í 2001, so talan gjørdist um ein frálíkan og sera kærkomnan sigur til okkara menn.

 

Frálíkt úrslit í kjalavørrinum av, at Føroyar fyrr í summar vann Gull, sum besta smátjóðin í talvi í Evropa.

 

Telvað varð á 8 borðum har tíðin var 1 tími 30 min + 30 sek. fyri leikin til 40 leikir og 15 min + 30 sek til restina av talvinum.

 

Talan gjørdist um sera tætta og spennandi uppgerð. Eftir at Sigurd hevði tapt sítt talv, javnaði Hjalti í spennandi taktiskum talvi. Nakað seinni snávaði Herluf, har javnleikur átti at verið vísur. Torkil var í undirkantinum mest sum alt talvið, men tryggjaði hegnisliga javnleik, har mótstøðumaðurin hevði 2 frífinnur ímóti riddara. Sjúrður var ongantíð í vanda og fekk javnt. Finnbjørn vann sera tryggan sigur.

 

Eftir sótu Helgi og Rógvi í avgerandi talvum. Við einslittum bispum, men við betri finnustøðu, hálaði Helgi hegnisliga sigurin heim. Ein javnleikur til Rógva, og sigurin var komin til høldar. Men Sigurdur Arnason legði nógv fyri, til tess at vinna og harvið javna út. Við samanhangandi finnum og 2 rókum, ímóti Frúgv og og róki hjá Rógva, gjørdist talvið sera drúgvt. Telvaðir vórðu heilir 123 leikleikir og eftir 5½ tíma, mátti Sigurdur leggja kongin.