Talv:
Møguleiki er fyri, at alt endar í einum trunka í 1. deild, tí har eru trý lið um boðið. Klaksvík 1 er eitt stig framman fyri Vestmanna 1 og Havnina 1, og síðsta kappingardagin telvar Klaksvík 1 ímóti Havnini 1, meðan Vestmanna 1 telvar ímóti Sandavági 1.
Reglurnar siga, at enda tvey lið jøvn, bæði í stigatali og dystarstigum, verður umdystur telvaður, so skjótt sum øll talvini eru liðug, og telvararnir fáa 10 minuttir í part. Stendur framvegis á jøvnum, verður nýggjur umdystur, men hesa ferð í snartalvi, og tá verður telvað, til annað liðið vinnur og sostatt eisini verður meistari.
Enda øll trý liðini jøvn, telva øll liðini ein dyst ímóti hvørjum øðrum, har 10 minuttir eru í part til hvørt talvið. Eru liðini framvegis jøvn, verður eisini her telvað við snartalvi, til eitt lið hevur vunnið.
Í 2. deild er Sandavágur 2 á odda, við tveimum stigum fleiri enn Havnin 3 og Havnin 2. Um fleiri lið enda jøvn her, verða dystarstigini avgerandi. Í 3. deild, sum er einasta deildin uttan spenning, er Vestmanna 3 longu vinnari, og hóast vestmenningar hava fríumfar, so eru teir heili átta stig framman fyri Skopun, sum er á einum somuleiðis tryggum øðrum plássi.
So er tað unglingadeildin, har tað er umleið líka spennandi sum í 1. deild, tí her er Sandavágur hálvt stig framman fyri Havnina A og hálvtannað stig framman fyri Vestmanna. Øll trý hava møguleika at vinna deildina, og her ger seg galdandi, at enda liðini jøvn í stigum og dystarstigum, verður umdystur eftir sama leisti sum í 1. deild.