- Tamarhald er á føroysku ferðavinnuni

Í mun til ovurstóra vøksturin í íslendsku ferðavinnuni, er tamarhald á føroysku ferðavinnuni

Ferðavinnan í Íslandi er seinastu fáu árini vaksin so nógv, at tað hevur verið trupult at havt tamarhald á øllum ferðafólkunum og ávirkanini, tey hava havt á samfelagið.

 

Petur Petersen, sendiharri Føroya í Íslandi, heldur ikki, at føroyingar eiga at umhugsa ella stúra fyri, at ferðavinnan í Føroyum fer at koma líka óvart á føroyingar, sum hon kom á íslendingar.

 

- Føroyar eru enn ikki komnar til at merkja tað trýstið, mann hevur í Íslandi, tí mann hevur ein meira kontrolleraðan vøkstur í Føroyum, sigur hann.

 

Les eisini: Føroyar ikki eitt so stórt ferðamál - enn

 

Í nýggja blaðnum, Vinnan, sum er komið í handlarnar saman við Vikuskiftis-Sosialinum, kanst tú lesa meira um munin millum ferðavinnuna í Føroyum og í Íslandi, har longri prát er við Petur Petersen.