Tankaeksperiment

Rakel Helmsdal, rithøvundur, skrivar teigin EG MEINI TAÐ

Fyri einum mánað síðani var eg á sjónleikarastevnu hjá MáF. Tað fyrsta, sum fór fram á hesi stevnu, var ein sera áhugaverdur pallborðsfundur, sum tíverri ikki var opin fyri almenninginum og fjølmiðlunum. Sum vera man varð nógv tosað um sjónleik á hesum fundinum, og nógv áhugaverd sjónarmið vórðu løgd fram, men tað, sum hevur mín áhuga í hesum føri, eru nøkur orð ein góður maður úr Fuglafiðri kom við.

Hann segði frá, at hvønn morgun, tá hann fór upp, tendraði hann norska útvarpið, og har var tíðindaflutningurin býttur upp á hendan hátt: fyrst 10 min. av vanligum tíðindum um politikk og katastrofur, síðani 10 min. av ítróttartíðindum, og síðani 10 min. av mentanartíðindum. Tanki hansara við at fortelja okkum hetta, var sjálvandi hesin: Um tú skalt skapa áhuga fyri nøkrum, so noyðist tú at upplýsa um tað, og upplýsir tú t.d. meira um mentan enn um nakað annað, ja, so er størri tjansur fyri, at fólk sum heild fáa størri áhuga fyri mentan enn fyri nøkrum øðrum. Ja, og er tað, sum í okkara føri, ítróttur, tíðindaflutningurin leggur størst dent á, ja, so er tað ítrótturin, sum flest fólk ganga upp í.

Nú er tað ikki, tí eg (enn einaferð) ætli at leggja eftir ítróttinum, - tað er jú onki galið við ítrótti. Tað er heldur tíðindaflutninginum og raðfestingini, eg hugsi um. Taka vit t.d. útvarpið, ja, so er hvønn dag á døgurða ein fastur táttur um ítrótt, sum ofta varir líka leingi, ja, onkuntíð longri enn øll hini tíðindini, ið eru politikkur, katastrofur og mentan og alt hitt tilsamans. Prosentparturin av mentanartíðindum kann næstan mátast í promillum. Tað sama ger seg runt roknað galdandi fyri bæði bløð og sjónvarp. Bløðini hava kanska eitt sindur hægri prosentbýti, sjónvarpið helst eitt sindur minni, men fakta er, at mentanin ikki rættiliga hevur nakað "søluvirði" í tíðindahøpi. Og tað er neyðugt at undirstrika, at av øllum, sum fjølmiðlarnir koma við, er tað tíðindaflutningurin, sum hevur størst ávirkan á fólk.

Ja, nú eru tað nokk meira enn ein, sum sigur, at eru tað so fá mentanartíðindi, so er tað tí, at tað er so lítið, sum hendir á hasum økinum. Men soleiðis er tað bara ikki. Tað hendir ein rúgva, hóast tíðindi um tað ikki koma fram. Og her er tað so, at vit koma til mítt tankaexperiment:

Latum okkum nú siga, at fjølmiðlarnir frá t.d. 1. januar ár 2000 avgjørdu, at nú skal tíðin/plássið í tíðindunum býtast demokratiskt millum vanlig tíðindi, mentan og ítrótt, t.d. 10 min. í part hvørja ferð. Sjálvandi noyðast fjølmiðlarnir at gera meira uppsøkjandi arbeiði viðvíkjandi mentanini. Tey noyðast at fortelja um tær bøkurnar sum koma út eitt sindur meira enn bara ein setning og hvussu nógvar blaðsíður, hon er. Tey fara t.d. at vera noydd at senda brot úr konsertum, líkasum brot úr fótboltsdystum. Tey mugu verða líka áhugað í framsýningini hjá N.N., sum í at N.N. hevur skorað móti tí og tí.

Men tað skuldi álvaratos ikki verið ómøguligt. Tað, sum so vildi verið áhugavert at sæð, var úrslitið av hesum í longdini. Mín teori er, at smátt um smátt vildu fólk byrja at ganga til sjónleik aftur, konsertsalir og framsýningarhøli vildu verið á tremur, útlánið á bókasøvnum og sølan í bókhandlum vildi vaksið, og ikki bara fyri endurminningar og bygdasøgurnar, og kvøldskúlaskeiðini vildu verið yvirteknað. Kanska vildi tað tikið eina tíð, men eg ivist ikki eina løtu í, at tað hevði gjørt mun.

Við áhuga skapar tú áhuga. Enn eru vit so ikki komin til 1. januar ár 2000, men man hevur væl loyvi at droyma........