Tann deyði var ikki deyður

Hósdagin fingu avvarandi hjá tí 28 ára gamla egyptiska tænaranum Hamdi Hafez al-Nubi at vita frá sjúkrahúsinum í býnum Luxor, at maðurin var deyður av einum hjartatilburði. Sum siður er har, fóru skyldfólkini eftir líkinum og bóru tað til hús. Har skuldi likamið vaskast, og so skuldi al-Nubi fara til gravar fríggjakvøldið.

Boð vórðu send eftir einum lækna til at skriva undir eina formliga váttan um, at al-Nubi var deyður, men læknin helt tað vera løgið, at al-Nubi framvegis var heitur. Ein nærri kanning staðfesti, at maðurin var als ikki deyður.

Tíðindastovan AP skrivar, at mamma al-Nubi svímaði, tá hon fekk boðini, og fólk, sum høvdu fyrireikað seg til jarðarferð, sluppu nú í veitslu ístaðin fyri, skrivar tíðindastovan úr Kairo.