PREMIER LEAGUE
Minsti maðurin á liðnum gjørdist størsta hetjan. Hetta hóast hann ikki kom á vøllin fyrr enn tað restaðu 12 minuttir av vanligu leiktíðini. Tá stóð á jøvnum 2-2 og setningur hansara var greiður. Michael Owen skuldi skora mál. Michael Owen skuldi avgera dystin.
Byrjaði hjá arvafíggindunum
Í hesum leikluti hava vit sæð mannin so ofta áður. Ikki minst hjá arvafíggindanum Liverpool, har Owen spældi og skoraði í sínum fyrsta dysti í Premier League í mai 1997.
Árið eftir beyt hann seg veruliga fastan hjá Liverpool, skoraði 18 mál í 36 dystum í Premier League og býtti toppskjúttasessin saman við tveimum øðrum.
Hetta kappingarárið varð hann eisini kosin PFA Young Player Award, samstundis sum hann eisini tá gjørdist yngsti leikarin og málskjúttin á enska landsliðnum nakrantíð.
Í heimsmeistarakappingini í Frankaríki hetta sama summarið taldist ungi Owen millum heilt stóru upplivingarnar, har fantastiska málið móti Argentina var persónliga hæddarpunkt hansara.
Eftir heimsmeistarakappingina vóru vónirnar ikki lítlar til Owen, men lítli maðurin skoraði aftur 18 mál í deildini og gjørdist enn einaferð toppskjútti. Hetta hevði við sær, at BBC valdi hann til Sports Personality of the Year.
2001 gjørdist eisini eitt megnar ár hjá Owen. Hann skoraði 19 mál í deildini og vann bæði Worthington Cup, UEFA Cup og FA Cup.
Á landsliðnum hetta árið gjørdist millum annað talan um eitt hattrick í søguliga 5-1 sigrinum á Týsklandi.
Alt hetta hevði við sær, at Owen varð kosin ársins leikari í Europa og fekk tiltikna Ballon d'Or heiðurin.
Frá heimsstjørnum til botnlið
Eftir 296 dystir og 158 mál í Liverpool, skifti Owen í 2004 til Real Madrid, har hann taldist millum stjørnur sum Figo, Zidane, Ronaldo, Raul og Beckham.
Her var Owen einamest nýttur sum innskiftari. Kortini eydnaðist tað honum at skjóta 13 mál í deildini.
Eftir eitt ár millum heimsstjørnurnar í Real Madrid gekk leiðin til Newcastle, sum saman við Owen flutti niður í fjør. Tíð hansara í Newcastle var merkt av skaðum í ógvuliga stóran mun, og lítlu hetjuna høvdu tey flestu gloymt.
Tí kom tað heilt óvæntað, tá hann skrivaði undir sáttmála við Manchester United í summar. Í fyrireikingunum til hetta kappingarárið gekk tað eisini væl, og maðurin kundi valla valt eitt betri tíðspunkt at skjóta sítt fyrsta mál fyri felagið, enn í yvirtíðini í móti grannunum og fíggindunum í Manchester City.
Eitt hæddarpunkt
Dysturin millum Manchester United og Manchester City hevði annars alt tað, ein slíkur dystur kann rúma. Rooney skoraði eftir bara tveir minuttir, men eftir eitt korter var tað Tevez sum vann bóltin til Barry, sum javnaði.
Í roynd og veru javnaði Manchester City tríggjar ferðir í dystunum – einaferð í yvirtíðini – men Manchester United legði seg á odda fýra ferðir og vann harvið dystin, har teir báðir Fletcher og Bellamy eisini gjørdu tvey mál í part.
Michael Owen gjørdi hinvegin bara eitt. Hann spældi einans 18 minuttir tilsamans og rann nógv minni enn teir flestu. Men hann skoraði og avgjørdi dystin.
– Hetta er ein av teimum fáu løtunum á yrkisleið mínari, ið eg kann síggja sum eitt av hæddarpunktunum, segði Michael Owen, sum hevur vunnið eitt sindur av hvørjum. Hann hevur tó ikki vunnið Premier League – enn.