Arsenal tekur ímóti evropeisku meistarunum, AC Milan á Emirates Leikvøllinum í kvøld. Arsene Wenger hevur góðar vónir: ?Teir hava nógvan kvalitet og nógvar royndir. Vit eru eitt lið, sum kann bjóða teimum av, og kunnu vinna á teimum. So vit vilja gera okkara ítarsta í kvøld. Málini vit hava frammanfyri okkum - Premier League og Champions League - eru risastór mál, men í báðum førum eru vit í einari lyklastøðu. Hesir dystirnir eru heilt øðrvísi, enn dystirnir í bólkaspælinum. Hvørt mál hevur størri týdning nú. Milan eru eitt ógvuliga støðugt lið, og teir hava eina ótrúliga søgu, so hetta er eitt gott høvið at vísa hvussu góðir vit eru. Eitt serliga gott høvið hjá yngru leikarunum.? Arsenal hevur enn til góðar at vinna evropeiska meistaraheitið fyri felagslið. Málverjin Manuel Almunia og Tomas Rosicky stríðist báðir við skaðar, og er óvist um teir verða við ímóti Milan í kvøld.