Útbúgving er avgerandi fyri framtíðina

Skúlaverkið er eitt av okkara tydningarmiklastu evnum at taka upp aftan á næsta val

Fólkaskúlin er grundleggjandi fyri samfelagið. Seinasta Pisa – kanningin vísir, at okkara fólkaskúli ikki er í fremstu røð. Tí mugu vit raðfesta fólkaskúlan frammarlaga komandi valskeið. Vit mugu dagføra læraraútbúgvingina soleiðis at hon frameftir verður á universitetsstigi. Neyðugt er at vit raðfesta leiðsluleiklutin í skúlaverkinum sum heild, soleiðis at vit fáa professionellar leiðslur á skúlunum. Leiðsla er eitt fak, eins og øll onnur fak í samfelagnum, og leiðslufatanin sum held í samfelagnum er avgerandi fyri okkara framtíð. Harumframt er neyðut at fara aftur til stigbýtta undirvísing, t.d. við víðkaðum- og grundstigi, soleiðis at lærarin kann møta næminginum á tí stigi, sum hann nú einaferð er á.

Okkara landsstýrismaður í mentamálum hevur loyst flestu hølistrupuleikarnar á miðnámsskúlaøknum, eftir ein átrokandi tørv í ártíggjur. Tað eru bert hølisviðurskiftini hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, sum eru eftir at loysa. Hølisviðurskiftini hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði skulu loysast í komandi valskeiði. Haldi eisini at vit eiga at fáa ein skúla her á landi, sum kann undirvísa børnum við atferðartrupuleikum. Í grannalondum okkara eru slíkir skúlar, sum undirvísa børnum innan ymisk viðurskifti, sum tey eru góð til. Tá ið tey eru búgvin, fer lærarin út á arbeiðsmarknaðin og finnur teimum eitt hóskandi arbeiðið. Hetta verður gjørt í staðin fyri at tey annars høvdu verið noydd at verða heima alt sítt lív við teimum fylgjum, at samfelagið skuldi tikið sær av teimum. Vit vilja arbeiða fyri at raðfesta alt skúlaøkið høgt í komandi valskeiði.

Gev mær álit frá tær so vil eg arbeiða fyri hesum.