TB og Mjølnir draga frá

Oddaliðini TB og Mjølnir vunnu sínar dystir, og Dráttur er av álvara fari at blanda seg.

Flogbóltur

Í Hoyvíkshøllini skuldi KÍF royna at halda fast, tá Mjølnir var á vitjan. Kvinnurnar hjá KÍF byrjaðu kappingina sera væl, men seinastu dystirnir hava verið ein long mótbrekka og tær hava tapt allar teir seinastu dystirnir. Kvinnurnar úr Mjølni harafturímóti er vælkoyrandi í løtuni og tær liggja á fyrsta plássi saman við TB.
Dysturin endaði við einum 3-1 sigri til klaksvíkskvinnur. Settmunurin varð 25-21 25-15 18-25 og 25-18. Dysturin var spennandi og bæði liðini stríddist væl, men tað vóru tær úr Mjølni, ið drógu longra stráðið.
Á Kambsdali leiktu ÍF og Dráttur. Hetta er fyrstu ferð at liðini hittast í kappingini í ár. Kvinnurnar úr Drátti vunnu dystin 3-0. Settúrslitini vóru 25-23 25-23 og 25-23. Við sigrinum er Dráttur av álvara fari at blanda seg í oddinum í meistaradeildini hjá kvinnum.
Seinasti dysturin varð leiktur í Gundadalshøllini ímillum Fleyr og TB. Tvørakvinnur fingu lætt spæl og vunnu dystin 3-0. Settúrslitini vóru 25-14 25-13 og 25-15.
Eins og hjá monnunum, er kappingin hjá kvinnunum, bara ímillum tvey lið enn, nevniliga TB og Mjøln tey liggja á odda við 12 stigum hvør. Dráttur liggur á triðja plássi við 8 stigum, men tær hava ein dyst tilgóðar, vinna tær hann so sær tað gott út fyri vágakvinnur.