TB streyk avstað

Við heimasigrinum á Mjølni hava Tvørakvinnurnar nú lagt seg einsamallar á odda í bestu flogbóltsdeildini

Flogbóltur

TB hevur sett kósina móti gullinum. Tað má vera niðurstøðan eftir dystirnar um vikuskiftið, tá flogbóltskappingin aftur fór ígongd eftir ein drúgvan vetrarsteðg.
TB hevði á heimavølli vitjan av Mjølni, og í nógvar mátar tóktist tað greitt, at júst hesin dysturin kanska fór at gerast tann mest avgerandi av øllum í gullstríðnum.
Her í blaðnum var eisini suffað nakað um, at ein slíkur dystur skuldi spælast somikið tíðliga í endaspælinum, men hvussu er og ikki, so fóru liðini bæði eldhugað undir uppgávuna.

Upp og niður
Tað gjørdist TB, sum dróg longra stráðið á vøllinum, men tær komu á ongan hátt lætt til stigini. Talan gjørdist um ein heldur óvanligan fimm-settara, har liðini fyrstu fýra settini skiftust um at hølva hvønn annan av, áðrenn tey í fimta setti samdust um at nú skuldi tað gerast heilt spennandi hjá teimum umleið 200 áskoðarunum, sum vóru í høllini.
Fyrsta setið var ikki nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um so øgiligan spenning. TB legði bragdliga fyri, og áðrenn tær hjá Mjølni veruliga høvdu vant seg við umstøðurnar, so hevði TB tikið settið við 25-14. Av sonnum ein avsmurningur hjá Mjølni, men tær fullu ikki í fátt av teirri orsøk. Tvørtur ímóti tóku tær við 25-12 hevnd fyri fyrsta settið, og nú vóru tað tvørakvinnurnar, sum vóru mest sum fyri ongum.
Tær megnaðu tó at reisa seg aftur við einum 25-20 setti, men tá Mjølnir so tók fjórða settið á sama sannførandi hátt, sum tær tóku tað næsta, mundi eingin vera í iva um, hvør hevði sálarligu yvirvágina. Men tað var tó ikki nóg mikið hjá gestunum. TB gav seg alt tað, sum tær áttu, og við einum teprum 15-13 sigri tryggjaðu tær sær, at tað nú eru tær, sum standa við bestu kortunum í gullstríðnum.
Og spurningurin er so, hvørt nakað av hinum liðunum kann gera nakað, til tess at skapa størri spenning í deildini, ella um tað bara skal bíðast til seinna dystin millum tey bæði oddaliðini. Sum støðan er nú, so eru tær hjá TB tvey stig og seks sett frammanfyri Mjølnir, men hetta er framvegis akkurát ikki nóg mikið til, at tær einsamallar kunnu avgera tað heila. Á pappírinum hevur Mjølnir nevnliga framvegis møguleikan at koma á sama stigatal og sama settmun, men tað krevur so, at tær ikki missa nakað sett, har TB ikki missur, og at tær í seinna dystinum taka sær ein 3-0 sigur.

Dráttur kann órógva
Skal nakar órógva tey bæði oddaliðini, so má tað helst roknast við, at Dráttur eru tær, sum liggja næstar í hesum.
Sum vinnarar av Mjølnir kappingini hava tær í øllum førum vunnið sær rætt til luttøku í steypafinaluni, og so er spurningurin, hvørt tær aftur kunnu gera nakað við Mjølnir, tá liðini hittast um góða viku.
Hesa ferð hevi Dráttur heimadyst móti KÍF, har var eingin sum helst ivi um úrslitið. Dráttur vann ein tryggan 3-0 sigur, har kollfjarðakvinnurnar einans fingu 36 bóltar, og tá verður av álvara tosað um at fáa bank í flogbólti.
Eisini ÍF vann tryggan sigur, tá tær á heimavølli tóku móti Fleyr, sum er at kalla avbyrgt í botninum. 3-0 gjørdist úrslitið, og hesum kundu tær hjá ÍF saman við Drátti toga seg upp um KÍF, sum fyrsta partin av grundspælinum gjørdi nógv um seg.