TB trumfaði á jóansøku

Í kvøld vann TB 3-2 á jóansøku ímóti EB/Streymi, sum nú hevur átta stig fram til áttanda plássið

Lagið er gott á jóansøku. Seinnapartin vunnu genturnar umborð á Firvaldi og menninir umborð á Tvørabátinum. Og í kvøld hevur TB trumfað við at vinna 3-2 á heimavøllinum við Stórá ímóti EB/Streymi. Eftir 1. hálvleik stóð á jøvnum 1-1.

Vongverjin í høgru Carl Mikkjal Bech legði TB framum, tá ið eitt korter var farið. Tað var eftir innlegg úr vinstru frá liðformanninum Rógva Joensen.

 

Tíggju minuttir undan hvíldini javnaði EB/Streymur. Málskjútti var liðformaðurin Niels Pauli Danielsen, sum var fyrstur á, eftir at TB málverjin Ivan Stojkovic hevði hálvbjargað.

Sjey minuttir eftir steðgin varð Albert Adu, sum leingi hevur verið skaðadarvaður, skiftur inn á TB liðið, og ein tími var farin, tá ið hann legði TB framum aftur. Rógvi Joensen royndi seg við skoti av brotsteigarmarkinum, bólturin brast í stólpan, og Albert Adu var fyrstur á bóltinum, sum hann við høvdinum stýrdi í málið, ið var tómt, tí Jákup Andrias Hansen, sum í kvøld var málverji hjá EB/Streymi, hevði tveitt seg út ímóti stólpanum fyri at bjarga.

 

Sum tað leið fram ímóti dystarenda spenti EB/Streymur álopsbogan, og tað bar við sær eitt av trýsti. Men tað var TB, sum økti til 3-1. Málskjútti var Teitur Justinussen, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið eftir innlegg úr høgru.

Carl Mikkjal Bech varð vístur av vølli, tá ið tað bara restaði ein heilt lítil løta, og so varð TB undirmannað. Dómarin legði fýra minuttir aftrat, og tá skoraði EB/Streymur. Andras Olsen, sum plagar at vera miðverji, men í kvøld var fremsti maður, stýrdi eftir innlegg bóltin í málið við høvdinum. Dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, áðrenn bólturin varð givin uppaftur. Harvið vann TB 3-2.

 

Úrslitið ber við sær, at TB nú er ellivu stig frá niðurflytingarsstrikuni. TB hevur sama stigatal sum ÍF, sum er á sætta plássi við 20 stigum. Málmunurin hjá bæði ÍF og TB eru 0. ÍF hevur skorað 28 mál, og TB hevur skorað 23 mál.

EB/Streymur er aftast við 6 stigum. Tað eru átta stig fram til áttanda plássið og FC Suðuroy, sum eisini hevur væl betri málmun enn EB/Streymur.

Næsti dysturin hjá TB verður 27. juli ímóti Víkingi á útivølli. Sama dag skal EB/Streymur spæla á heimavølli ímóti KÍ.

 

TB-EB/Streymur 3-2 (1-1)

1-0: Carl Mikkjal Bech

1-1: Niels Pauli Danielsen

2-1: Albert Adu

3-1: Teitur Justinussen

3-2: Andras Olsen

Dómari: Páll Augustinussen

TB: Ivan Stojkovic - Carl Mikkjal Bech, Reynir Magnússon, Teitur Olsen, Andri Freyr Björnsson - Martin Tausen, Heine Mortensen - Patrik Johannesen, Rógvi Joensen, Eirikur Magnusarson Ellendersen - Teitur Justinussen

EB/Streymur: Jákup Andrias Hansen - Ragnar Danielsen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Árni G. Olsen - Ólavur F. Eidesgaard, Brian Olsen, Rógvi E. Nielsen, Jens Michael Jensen - Niels Pauli Danielsen, Andras Olsen  

 

Støðan

B36 36

NSÍ 34

Víkingur 33 

HB 30

KÍ 25

ÍF 20

TB 20

FC Suðuroy 14

AB 8

EB/Streymur 6

 

18. umfar

Mánadagin 27. juli

AB-NSÍ

EB/Streymur-KÍ

Víkingur-TB

Ólavsøkuaftan

B36-ÍF

Ólavsøkudag

HB-FC Suðuroy