Team Klaksvík javnt ímóti Neistanum

Besta mansliðið hjá klaksvíkingum, Team Klaksvík, hevur í kvøld fingið helst sítt besta úrslit nakrantíð, tá tað á heimavølli eydnaðist at fáa javnleik 27-27 ímóti Neistanum, sum var greipuvinnari síðsta kappingarár.

 

Liðini fylgdust fyrstu løtuna til 3-3, men so fór Neistin eitt sindur framum, var á odda 11-15 í hálvleikinum. Hetta var ein góður hálvleikur hjá gestunum úr Havn, meðan heimaliðið ikki formáddi sær tað heilt stóra.

 

Men mestsum beinanvegin í seinna hálvleiki var gongdin vend, tí eftir fáum minuttum hevði Team Klaksvík javnað, og síðani fylgdust liðini, har bæði onkra løtu fóru tvey mál framum, men alla tíðina blivu heintað aftur av mótpartinum.

 

Ragnar loysti Levi væl av

Ragnar Mouritsen vardi málið hjá Team Klaksvík tað mesta av tíðini, tí Levi Nybo var sjúkur, og hann stóð seg væl. Ikki minst hevði hann onkrar heilt avgerandi bjargingar ímóti endanum á dystinum, tá nógv stóð á og tað kundi koppa báðar vegir.

 

Í triðsíðsta minutti legði Finnur Hansson gestirnar á odda 26-27, men minuttin eftir javnaða Jóhan Højgaard fyri vertirnar, og 27-27 gjørdist eisini endaliga støðan, hóast støður, ið kundu givið mál, vóru ta allarsíðstu løtuna.

 

Við hesum javnleikinum er Team Klaksvík framvegis næstfremst í Atlantic Airways-kappingini við seks stigum, sum eru tvey færri enn KÍF á oddasessinum. Neistin fer við fimm stigum upp á triðja pláss. Team Klaksvík hevur spælt seks dystir og Neistin fýra.

 

Team Klaksvík-Neistin 27-27 (11-15)