Team Sydhavsøerne snávaði móti botnproppinum

Nú sær torført út við uppflytingardystum hjá føroyingaliðnum

Pauli Mittún, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne stríðast fyri at enda á næst- ella triðfremsta plássinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, so teir kunnu spæla dystir um uppflyting til bestu deildina.

 

Í dag fekk hendan ætlanin eitt skot fyri bógvin. Á heimavølli megnaði Team Sydhavsøerne í dag bert javnleik 26-26 móti botnproppinum, Give sum var á odda 14-12 í steðginum.

 

Pætur skoraði tvey mál og Pauli skoraði eitt mál.

 

Suðuroyggjamenn eru fjórðfremst í deildini við 33 stigum, nú bert tríggir dystir eru eftir at leika. Skive er fremst við 39 stigum, og teimum á baki koma Kolding og Aarhus við 36 stigum í part. So tað verður torført hjá Pæturi, Paula og liðfeløgunum at røkka einari topp-3 endastøðu, og harvið dystum um uppflyting.

 

Komandi leygardag klokkan 13 hevur Team Sydhavsøerne dyst á útivølli móti toppliðnum, Skive.