At bæði A og U-21 landsliðini hava verið uttanlands í páskafrítíðini sæst aftur í venjingunum hjá liðunum, sum eiga flestar landsliðsspælarar.
U-21 landsliðið fór av landinum mánadagin í dimbildagavikuni, og eftir at hava verið í stórum avbjóðingum í Týsklandi og Eysturríki vóru gávuríku ungu menninir aftur í Føroyum hósdagin og møttu tískil aftur til venjingar í feløgunum hóskvøldið.
A-landsliðið fór av landinum skírisdag. Setningurin var at venja og annan páskadag at spæla landsdyst ímóti Liktinstein í Marbella í Spania. Eisini teir, sum vóru í Spania, mynstraðu aftur til venjingar í feløgunum hóskvøldið.
Feløgini hava átt hesi umboð á landsliðunum: HB (8), B36 (5), Víkingur (4), NSÍ (4), B68 (2), ÍF (1), KÍ (1) og AB (1).
Tað eru altso tey fýra, sum seinnu árini hava myndað toppin í Effo-deildini, ið eiga flestar spælarar. Hesaferð átti HB teir flestu: Teitur Matras Gestsson, Jóhan Troest Davidsen, Ári Mohr Jónsson, Ari Mohr Olsen, Teit Jacobsen, Bartal Wardum, Tróndur Jensen og Magnus Egilsson.
Jan C. Dam er venjari hjá HB, og hann sigur soleiðis:
-Tað er ein heiður, at so nógvir av okkara umboða føðilandið. Men hetta er ein avbjóðing fyri venjingina. U-21 landsliðið fór av landinum mánadagin í síðstu viku og A-landsliðið skírisdag. Tí hava tað verið fáir og vant í HB. Harvið høvdu vit bara venjingina hóskvøldið og fríggjakvøldið, har vit allir vóru við í fyrireikingunum til dystin í dag, sigur HB venjarin.
Í gjár varð sjøtul settur á fjórða umfar, tá ið NSÍ á heimavølli við 6-1 sigri so dyggiliga setti ÍF upp á pláss. Talan var væl og virðiliga um størsta skrædlið higartil í ár.
Seinnapartin verða hinir fýra dystirnir spældir. Í øllum førum verður fyrsta bríkslið klokkan 15.00:
KÍ-Skála: Alex Troleis
Víkingur-B68: Dagfinn Forná
B36-AB: Petur Reinert
TB-HB: Eiler Rasmussen
Støðan
NSÍ 9
HB 7
B36 6
Víkingur 5
TB 4
ÍF 4
KÍ 3
Skála 3
B68 2
AB 1
NSÍ og ÍF hava spælt fýra dystir, og hini liðini hava spælt tríggjar dystir