Teir dýrastu enda í Madrid

Við Florentino Perez við stýrisvølin stendur Real Madrid fyri størstu handlunum í fótbóltsheiminum. Forsetin, sum nú er aftur, og sum aftur vil skapa sær eitt nýtt lið við Galacticos, hevur longu rinda hálva milliard fyri Kaká, og gerst handilin við Ronaldo veruleiki, eigur Real Madrid tey fýra ovastu nøvnini á metlistanum fyri spælarakeyp. Verður Ronaldo keyptur, verður keypsprísurin 92,9 milliónir evrur. Og teir tríggir handlarnir, sum í løtuni standa ovastir í søgubókunum, eru allir til Real Madrid. Teir eru (í milliónum evrum) Zinedine Zidane frá Juventus (75,8), Kaká úr Milan (65,0) og Luis Figo, sum varð keyptur úr Barcelona fyri 61,3 milliónir evrur.