Bæði Teitur Gestsson og Gunnar Haraldsen hava longt sáttmálarnar við høvðusstaðarfelagið. HB hevur nú longt sáttmálarnar við ikki færr enn átta leikarar seinastu dagarnar.
Teitur Gestsson kom úr Danmark til HB í 2011 og hevur spælt at kalla fast síðani. Samanlagt er tað blivið til 37 dystir í bestu deildini. Teitur og HB hava longt sáttmálan í trý ár.
Eisini Gunnar Haraldsen heldur fram í HB. Hann hevur seinastu tvey árini spælt við AB, men skifti í ár til HB. Hann hevur fyri tað mesta spælt á næstbesta liðnum, men hevur í fleiri førum traðka til á besta liðnum. Hann skoraði um vikuskiftið sítt fyrsta mál fyri besta liðið hjá HB í 4-0 sigrinum á FC Suðuroy. Hann hevur longt sáttmálan við einum ári.
Hinir seks sum hava longt sáttmálan við HB í seinastuni eru Símun Samuelsen, Alex Jose dos Santos, Rógvi Holm, Jógvan Rói Davidsen, Tróndur Jensen og Jógvan Skeel Nolsøe.
Mynd: Teitur Gestsson(t.h) fær nøkur borgarlig orð frá Rúna Gaardbo.