Seinasta árið hevur Teitur Matras Gestsson, sum annars er uppvaksin í KÍ, spælt fyri danska felagið OB. Og har hevur tað gingið væl hjá honum og liðfeløgunum á U17 liðnum.
Farna vikuskiftið endaði danska kappingin, og OB vann bronsu í landskappingini, og farna vikuskiftið vann OB eisini steypakappingina á Fjóni.
Teitur hevur verið fastur málamður á U17 liðnum hjá OB, og hann heldur fram í felagnum næsta ár. Seinastu dagarnar hevur Teitur eisini roynt at venja við superligahópinum hjá OB.
Heimasíðan myfc.dk fylgir væl við í donskum ungdómsfótbólti, og har er í løtuni ein avkvøðugreiðsla um, hvør var besti málmaður í U17-kappingini í Danmark í ár. Ein av teimum, sum er í uppskoti, er Teitur Matras Gestsson.
Fólk kunnu atkvøðu á adressuni:
Atkvøðugreiðslan er í breddanum til vinstru nakað niðarliga.