- Tekja og húsaklædningur farin í Vági

- Vit hava tíbetur bara verið boðsendur tvær ferðir í dag, sigur Gudmundur Jacobsen, brunaumsjónarmaður í sunnaru helvt í Suðuroynni.

 

- Vit hava tíbetur bara verið boðsendur tvær ferðir í dag, sigur Gudmundur Jacobsen, brunaumsjónarmaður í sunnaru helvt í Suðuroynni.

 

 

23.desember var støðan í sunnaru helvt av Suðuroynni munandi verri, enn hon er í dag.

 

- Tá vóru vit úti til alt ímillum himmal og jørð. Hoyggjhús fóru, tekjur, vindeygu, neyst. Ja tað mest ótrúliga, fyri at siga sum er, sigur Gudmundur Jacobsen.

 

Í dag er tó frægari hjá bjargingartænastuni, tí bara tvær ferðir higartil eru tey boðsend.

 

- Fyrr í morgun fór ein tekja og ein húsaklædningur var undir trýsti fyri løtu síðani. Annars er ikki so nógv í dag, sigur Gudmundur Jacobsen.