Nú verðu farið undir tiltrongdar útbyggingar á Tekniska skúla í Klaksvík. Í álitinum hjá fíggjarnevnd løgtingsins til fíggjarlógina fyri 2011 varð skotið upp at seta 5 miljónir krónur av til útbygging av Tekniska skúla í Klaksvík. Uppskotið varð samtykt við stórum meiriluta á løgtingi.
Í álitinum hjá fíggjarnevndin stendur eitt nú, at farið verður undir víðari útbyggingar á Tekniska skúla í Klaksvík, sum skulu loysa framtíðar hølistørvin á miðnáms-, yrkis-, og maritima skúlaøkinum í Norðoyggjum.
Skúladepilin, ið verður mentur, skal hýsa verandi útbúgvingartilboðum, nýggju matvøruútbúgvingunum og komandi maritima deplinum.
- Undir fyrireikingunum til útbyggingarnar eigur dentur at verða lagdur á at nøkta verandi tørv, umframt at hava í huga framtíðar møguleikar at fara undir nýggjar viðkomandi útbúgvingar, bæði á miðnámsstøði og innan hægri lestur, sigur fíggjarnevndin.
Fyrireikingarnar skulu gerast fyrst í árinum, soleiðis at farast kann undir útbyggingarnar longu á heysti í 2011.
Grundarlagið at byggja víðari á er til staðar við verandi Tekniska skúla, HF-skeiði, nýggju matvøruútbúgvingini, Húsarhaldsskúlanum, víðkaðu skipara- og maskinistútbúgvingunum, nýggju Trygdarmiðstøðini og øðrum.