Heidi Petersen, løgtingskvinna
Um dagarnar var sera áhugaverd ráðstevna um rættindini hjá teknmálinum í framtíðini. Við nýggjari tøkni er tað møguligt at deyv og tunghoyrd fólk, so at siga fáa »hoyrn« innopereraða í oyruni. Í hesum sambandi eru tað nógvir spurningar sum stinga seg upp hjá deyvum/tunghoyrdum og teirra avvarandi.
Serliga eru tað spurningar um rættindini til teknmálið hjá hesum fólkum, men eisini spurningurin um virðingina fyri hesum menninskjum og teirra mentan, sum við nýggju tøknini kann tykjast at vera hótt.
Eftir míni fatan var niðurstøðan á ráðstevnuni, at í framtíðini verður allatíðina neyðugt hjá teknmálinum og nýggju tøknini, nevnd CI implantat, at ganga hond í hond, sjálvt um tað í fyrsta umfarið kann tykjast soleiðis at CI implantatið kann avloysa teknmálið.
Út frá eygleiðingum aðrastaðni, er óttin fyri at CI implantatið fer at slúka resursir frá teknmálinum, vælgrundaður. Tað er lætt at fáa politikkarar at játta fíggjarorku til heilsuverkið, sum kann operera deyv so tey fáa "hoyrn", ofta við tí fyri eyga at uppá sikt kann hetta sparast innaftur í teknmálsundirvísing og teknmálstulking.
Og tað er júst her vandin liggur. Hava vit sum politikkarar innlit í ta mentan deyv og tunghoyrd hava, síggja vit hesi menniskju sum ein resursa fyri samfelagið ella sum brekaði, hvønn hugburð hava vit til hesar borgarar og hava vit ta virðing fyri hesum menniskjum sum tey hava krav uppá.
Á ráðstevnuni hevði Jógvan Fríðrikson prestur, ein sera áhugaverdan fyrilestur, sum snúði seg um rættin til mál út frá einum etiskum sjónarmiði. Millum annað førdi hann fram hetta, at tað at vera menniskja viðførir rættin til mál.
Og tað er júst her vit sum politikkarar hava eina ábyrgd. Ábyrgd at taka tey neyðugu atlitini sum skulu til fyri at tryggja øllum okkara borgarum rættin til mál. Tá vit tosa um tey deyvu og tunghoyrdu, er tað so teknmálið sum er teirra mál, og harvið teirra rættur til at vera menniskju í okkara samfelagi. Alt hetta er neyðugt, sjálvt um nýggj tøkni gevur deyvum møguleika at "hoyra" í framtíðini.
Trupulleikin við tøknini í dag er, at tú ikki veit hvussu "væl" eitt lítið barn kemur at hoyra í framtíðini, ella hvussu "væl" CI implantatið virkar hjá tí einstaka barninum. Hevur tú tá ikki givið tí deyva eitt mál, teknmál, hevur tú tikið rættin til at vera menniskja frá tí, og tað er hesin rættur til teknmál deyv, tunghoyrd og avvarandi óttast fyri verður burtur, tá nógv fíggjarorka verður satsa uppá nýggju tøknina.
Haldi tað vera sera umráðandi at vit í Føroyum kunna slóða fyri og fáa staðfest í lóggávuni henda rættin til teknmál hjá deyvum, tunghoyrdum, avvarandi, familju, pedagogum, lærarum, starvsfólki í heilsuverkinum og øllum sum kunna hugsast at hava tørv á tí, í okkara framtíðar málpolitikki. Tí fari eg at seta spurningar hesum viðvíkjandi til landsstýrismannin í mentamálum, nú hann eftir áheitan frá tinginum, hevur sett nevnd at greina út støðuna hjá føroyska málinum, við tí fyri eyga at orða ein almennan føroyskan málpolitikk.
Haldi tað vera týdningarmikið at teknmálinum verður tryggja javnbjóðis rættindi og tað talaða málið, tí einans á henda hátt hava vit høvi at vísa veruliga virðing fyri teimum deyvu og tunghoyrdu í okkara samfelagið.