Tendraragass kravdi lív

Ein 16 ára gamal drongur í Ytrebygda í Vesturnoregi doyði mikukvøldið, eftir at hann hevði andað tendraragass í seg.

Bergens Tidende skrivar, at roynt varð at fáa lív í drongin, men til fánýtis. Nakrir vinmenn hjá dronginum greiddu løgregluni frá, hvat drongurin hevði gjørt, og á staðnum fann løgreglan bæði tendraran og útgerð, sum tann 16 ára gamli hevði nýtt til at anda gassið úr tendraranum í seg.

Fyri stuttum mistu tríggir ungdómar í norska býnum Larvik vitið, eftir at teir høvdu andað tendaragass í seg. Norska løgreglan heldur, at avvarðandi myndugleikar eiga at greiða ungdóminum frá, hvussu vandamikið tendraragassið er.