Foteldrini hjá Amy Winehouse fara at blíva millionerar, tí tey arva allar ognirnar hjá dóttrini, sum var kend songkvinna.
Tá Amy Winehouse doyði, hevði hon ikki skrivað nakað testamenti, og tað merkir, at Mitch og Janis Winehouse kunnu síggja fram til at fáa ein arv áljóðandi umleið 27 milliónir krónur eftir skatt.
Harafturímóti fær fyrrverandi maður Amy Winehouse, Blake Fielder-Civil, ikki eina krónu. Soulstjørnan og fyrrverandi maður hennara vóru væl, tá hon doyði, og tískil er ikki óhugsandi, at hann allarhelst hevði verið nevndur í testamentinum, um so var, hon hevði skrivað eitt tílíkt.
-.Tað eru tey fæstu 27 ára gomlu, sum skriva testamenti, og Amy Winehouse var einki undantak í so máta. Sannleikin er tann, at hon ánaði ikki, hvussu rík hon var, sigur ein ónevnd kelda til bretsku avísina The Sun.
- Um so var, at Amy hevði gjørt eitt testamenti, so hevði hon ivaleyst givið Blake eitt oyra, men soleiðis sum støðan er, fáa Mitch og Janis alt. Tey eru skilagóð fólk, so kanska er tað líka so frætt, at Blake ikki arvar nakað, sigur keldan við The Sun.
Amy Winehouse varð funnin deyð í íbúðini í London 23. juli seinasta ár, og kanningar vístu, at songfuglurin hevði drukkið seg íhel.