Tey vóru har í góðari tíð. Valstýrið møtti væl áðrenn valhølið lat upp kl. 9. Tey byrjaðu beinanvegin at telja upp teir ? enn! - blonku seðlarnar við øllum valevnunum á, hvørt upp í buntir við 25 seðlum.
Formaðurin, Gunnar Joensen hugdi í bøkurnar frá undanfarnum valum, og kannaði eftir, at alt var sum tað skuldi vera, bæði við nøvnum á veljarum, valevnum og øllum hinum formellu viðurskiftunum, sum skuldu vera í lagi.
Hann fór eisini eftir kassanum, har allar atkvøðurnar skuldu leggjast í. Vissaði seg um at hann var tómur, og lat hann síðani aftur beint fyri kl. 9.
Nú var bara at bíða eftir fyrsta veljaranum. Og hann kom tá klokkan var 9:20. Hesin maðurin, Jógvan Hanusarsson greiddi skjótt sína atkvøðu, og so var valið í Hvalvík byrjað.
Kortini vísa royndirnar frá undanfarnum valum, at teir flestu veljararnir ikki velja fyrrenn arbeiðsdagurin er lokin.
Við fólkatingsvalið í 2001 høvdu einans 30 av teimum íalt 211 valt á middegi. Kl. 16 var talið komið uppá 80, men eftir tað komu so tey 131 eftirverandi.
-Soleiðis hevur gongdin sum oftast verið á hesum valstaðnum, sigur Gunnar Joensen, formaður í valstýrinum við Sosialin.
Trý valevni í bygdini
Tað er ikki nógv sum bendi á at fólkatingsval er í Hvalvík. Onkur hendinga plakat var at síggja í bygdini henda illveðurskenda fyrrapartin ? við innkoyringina tríggjar myndir av Edmundi Joensen úr Sambandsflokkinum, annars einki.
Kann vera, at onkur hevði hongt plakatir upp dagin fyri, men í øllum illveðrinum um náttina mundu tær vera farnar sín veg. Tí veðrið má sær ráða, óansæð um tað er val ella ikki.
Ikki fyrrenn við skúlan sóust tær næstu plakatirnar, sum vóru festar uttan á sjálvan skúlagarðin.
Hesar áttu m.a. tvey av valevnunum úr kommununi ? Heðin Zachariassen og Rúna Sivertsen úr Fólkaflokkinum. Eitt triðja valevni er eisini úr kommununi, nevniliga Sunneva Kollslíð úr Tjóðveldisflokkinum, men av henni sóust ongar plakatir.
So er spurningurin um nøkur av hesum trimum valevnum fær so mikið av atkvøðum, at tey fáa sæti á fólkatingi.
Góð valluttøka
Annars hava fólk í Hvalvíkar kommunu verið íðin at fara á val. Við løgtingsvalini hevur luttøkan ligið um tey 80 %, men við fólkatingsval heldur lægri.
Við valið í gjár høvdu íalt 289 fólk valrætt: Úr Hvalvík 150, av Streymnesi 138, meðan ein einstakur veljari er í Nesvík. Hesi velja øll í skúlanum í Hvalvík.
Gunnar Joensen upplýsir, at við valið í 2001 vóru 201 fólk á vali av 263, og gav tað eina valluttøku uppá 76,4 %. Við valið í 1998 var valluttøkan 72,4 %.
Nevnast kann, at við seinastu løgtingsvalini hevur kommunan átt løgtingsmann, nevniliga áðurnevnda Heðin Zachariassen.
Valfriður
Valstaðið í Hvalvík hevur skift millum skúlan og gomlu kommunuskrivstovuna hesi seinastu árini, - í bygninginum, sum Føroya Banki átti á sinni.
Síðani løgtingsvalið og bygdaráðsvalið í fjør, er Hvalvík vorðin partur av tí stóru Sunda kommunu. Av hesi orsøk er kommunuskrivstovan ikki í nýtslu sum slík longur, og tí er valið aftur í skúlanum nú.
Børnini høvdu frí í gjár orsakað av valinum. Men tað vóru tey neyvan kedd um: Veðrið var einki serligt, og tey flestu teirra høvdu helst verið seint uppi kvøldið fyri, meðan tey gingu grýlur runt í bygdini.
So í skúlanum valdaði friður ? valfriður!
Valluttøkan tíma fyri tíma
Við Fólkatingsvalið í 2001 vóru íalt 201 fólk á vali í Hvalvík, umframt tær 10 brævatkvøðurnar.
Eins og so nógva aðrastaðni vóru flestu fólkini í Hvalvík, Streymnesi og Nesvík á vali eftir loknan arbeiðsdag.
Niðanfyri prenta vit tíðirnar og talið av veljarum gjøgnum valdagin í Hvalvík fyri fýra árum síðani:
KlokkutíðVeljarar (íroknað brævatkvøðurnar)
10 15
11 23
12 30
13 39
14 49
15 60
16 80
17 97
18 126
19 167
19:30183
20 211