Tey munnu halda eg havi skil fyri tí

Linda Andrews er fegin um spennandi dómarauppgávu í Eurovision

Føroyska songkvinnan Linda Andrews verður ein av teimum, sum skal døma sangirnar í europeisku Eurovision sangkappingin, sum verður hildin í Lisbon í næstu viku.

Hvørt av teimum 43 luttakandi londunum hevur ein dómarabólk, sum saman við almennum atkvøðum avgera, hvussu londini atkvøða fyri teimum ymiskum sangunum. Í hvørjum dómarabólki eru fimm limir við fólki, ið hava innlit í tónleik.

Føroyska songkvinnan Linda Andrews verður ein av dómarunum í danska dómarabólkinum hesaferð. Hon skal saman við Søs Fenger, Emmelie de Forest, Lasse Meling og Bryan Rice meta um teir ymisku sangirnar í Eurovision kappingini.

– Tey munnu halda, at eg havi skil fyri tí, sigur Linda Andrews, tá ið hon verður spurd, hví hon er blivin partur av dómarabólkinum.

Trýst á pílin undir myndini omanfyri og hoyr samrøðu við Lindu Andrews, sum Árni Gregersen gjørdi á Rás2.