Útflutningsvirðið økist í stórum

Hóast veiðan á føroyskum øki ikki er so nógv økt, so er útflutningsvirði munandi hægri í ár enn tað var seinasta ár um somu tíð. Og tað er serliga útflutningurin av vørum í smápakningi, sum økist serliga nógv

Samlaði føroyski útflutningurin økist í stórum. Fiskaprísirnir eru so høgir í løtuni at hóast tað ikki koma nógv størri nøgdir upp á land í Føroyum, so er virðið, sum vit útflyta fyri knappar 200 mió. krónur hægri enn tað var um somu tíð í fjør.

Av fiskavørubólkunum, sum vit føroyingar útflyta eru tað bara ísaður og frystur fiskur, laksur og síl og fiskavørur til ídnað, sum vísa eitt fall bæði í virði og nøgd, meðan allir hinir vørubókarnir vísa vøkstur.

Størsta virðisøkingin í útflutninginum er í vørubólkinum ísað og fryst fiskaflak. Fyrstu seks mánaðirnar hava vit útflutt fyri góðar 493 mió. krónur, meðan vit somu mánaðir í fjør útfluttu fyri góðar 332 mió krónur. Hetta er ein økin uppá heilar 161 mió. krónur og tað svarar í prosentum til eina hækking uppá uml. 50 prosent.

Frá januar til juni mánað í ár útfluttu vit fyri góðar 71 mió. krónur av ísaðum flaki. Hetta eru uml. 17 mió. krónur meir enn vit gjørdu sama tíðarskeið í fjør.

Vit hava eisini í virði útflutt nógv meira fryst toskaflak enn vit gjørdu sama tíðarskeið í fjør.

Vøksturin er góðar 14 mió. krónur, úr 152 mió. upp í 166 mió krónur.

Hyggja vit so eftir hvussu stóra nøgd vit hava útflutt, so síggja vit í talvunum frá Hagstovuni, at vit hava útflutt næstan 1.000 tons færri higartil í ár sammett við í fjør.

Hetta hevur bert tann eina týdningin og tað er, at prísurin á alheims marknaðinum er hækkaður rættiliga nógv.


Rimmar hýsuár

Men størsti vøksturin í virðið er á hýsumarknaðinum.

Fyrstu seks mánaðirnar í fjør útfluttu vit hýsu fyri góðar 28 mió. krónur, meðan vit somu mánaðir í ár hava útflutt fyri góðar 91 mió. krónur.

Her er talan um eina trýfalding av útflutninginum av hýsu.

Hyggja vit so eisini í hesum føri eftir nøgdini vit hava útflutt í sammett við virðið so síggja vit í hesum føri, at nøgdin eisini er vaksin, men ikki við somu ferð, sum virðið.

Tað sigur so mikið sum, at eisini prísurin á hýsuni hevur verið hækkandi.


Útflutningurin av smápakningi eksploderar

Í útflutningstølunum eru eisini upplýsingar um hvussu stórur partur av útflutningum er smápakningur.

Í 1995 útfluttu vit fyri knappar 203 mió. krónur í smápakningi. Í 1996 øktist hesin útflutningur upp í knappar 270 mió. krónur og í 1997 útflutt vit fyri heilar 383 mió. krónur í smápakkaðum ísi og frystivørum.

Men tað er ikki øll søgan, verri enn so.

Tí tað gongur nógv framá við hesum útflutningi - sera nógv. So nógv, at talan má verða um eina rættiliga eksplosión á hesum marknaðinum

Støðan er nevniliga tann, at vit fyrstu seks mánaðirnar í ár hava útflutt fyri meira í smápakkaðum enn vit gjørdu alt 1996.

Sammeta vit útflutningin av smápakkaðum vørum við fyrsta hálvár 1997 so er talan um eina virðisøking uppá 73 prosent.

Hyggja vit eftir nøgdarbroytingini, sum má verða tann, sum hevur størstan marknaðarligan týdning, so síggja vit, at vit hava eina øking uppá 47 prosent.

Hesi tølini siga okkum so mikið sum, at fáa ein størri og størri marknaðarpart á nógvum økjum, og av tí at marknaðarprísurin er so høgur í løtuni, so fáa vit nógv meira burtur úr enn hvat ein skuldi trúð.


Minni flutt óvirkað

av landinum

Í byrjanini søgdu vit at vit í trimum vørubólkum hava havt eitt útflutningsfall bæði í virði og nøgd.

Men tað er ikki bara til tað verra.

Vit útflyta eitt nú minni ísaðan og frystan fisk. Fyrstu seks mánaðirnar í fjør útfluttu vit góð 36 túsund tons fyri góðar 271 mió. krónur.

Higartil í ár hava vit útflutt góð 23 túsund tons fyri 227 mió. krónur.

Niðurgongdin í hesum vørubólkinum mann verða tann, sum vinnulívsmenn og politikarar her heima munnu vera mest glaðir fyri tá tað til stykkis kemur.

Henda niðurgongd merkir nevniliga, at meiri fiskur verður virkaður her heima og tað merkir so aftur, at tað verður meiri at gera í Føroyum og at arbeiðsloysi fellur.

Tá vit hava fingið at vita at tað serliga er í Suðuroynni og í Sandoynni at tað gongur framá, so er hetta uppaftur meira gleðiligt.

Hesi øki hava verið millum tey harðast raktu av kreppuni og samstundis eisini tey økini, sum hava havt trekast við at koma í gongd aftur eftir at uppgongd er komin í føroyska búskapin.