The Least við nýggjum sangi

Bólkurin The Least hevur givið sín fjórða sang út í ár. Hesaferð er talan um rapp-rock sang, sum kallast You Give Me All I Need.

 

The Least er ein virkin bólkur. Síðani bólkurin byrjaði at spæla saman í januar, er fjórða singulin longu nú útkomin á iTunes. Sangurin eitur “You Give Me All I Need”, og er ein blanding av rappi og rock, og er skrivaður av sangaranum í bólkinum, Inga P. Jacobsen.

 

Hinir sangirnir, sum er útkomnir eru “Strong Like You” (kom út 6. apr.), “Hope Will Find A Way” (kom út 26. mai), “Wave of Wonder” (kom út 26. juni).

 

Umframt at geva sangir út, hevur bólkurin eisini havt fleiri framførslur, millum annað á Fjarðafestivaliunum, sum eydnaðist sera væl. Og væntandi verður fari í gongd við videolag nakað skjótt eisini.

 

Bólkurin er mannaður av Inga P. Jacobsen, Johnny Mikkelsen, Hans Andrias Olsen og Alvin Ellebye Andersen.