Thor Alpha komin og navngivin á Skála

Leygarmorgunin kom nýbygningurin hjá Thor í Hósvík á Skála, har hann um 11.30-tíðina varð navngivin og alment latin eigarunum Hóast vánaligu veðurlíkindini leygarmorgunin, var nógv fólk samankomið á bryggjuni á Skála til móttøkuna, tá ið fyrra skipið, sum Thor letur byggja á Skála Skipasmiðju, varð navngivið og alment latið eigarunum.

Navnið er Thor Alpha.

Skipið, sum er smíðað á Skála Skipasmiðju, hevur verið í Danmark til sandblásingar og málingar.

Undir hátíðarhaldinum var nógvur vindur, og regnið oysti niður. Hóast ringu líkindini, setti Nes Sóknar Hornorkestur, sum so mangan áður, sín serstaka dám á tiltakið við sínum frálíku og hátíðarligu tónum.

Eftir navngeving og handan á bryggjuni, bjóðaði Skála Skipasmiðja ábit í matarhøllini, samstundis sum almenningurin slapp umborð á síggja nýggja og snotuliga skipið.

Eftir móttøkuna á Skála, sigldi Thor Alpha við innbodnum gestum til Hósvíkar, har Sunda kommuna eisini skipaði fyri móttøku.