Thue Christiansen er 66 ára gamal. Hann er útbúgvin lærari og hevur arbeitt sum lærari bæði í Danmark og mong ár í Grønlandi.
Hann er eisini ein kendur politikari, og var hann t.d. landsstýrismaður í fyrsta grønlendska landstýrinum, eftir at Grønland fekk heimastýri í 1979.
Sum listamaður hevur hann t.d. teknað grønlendska flaggið og gjørt búmerkir til fleiri fyritøkur og stovnar. Hann er giftur Katrin Jensen sum er donsk, men av føroyskari ætt.
Skeiðið verður hildið í Tilhaldið í Tórsgøtu allar dagarnar fá kl. 9-16. Tilmelding er á telefon 316491, kostnaðurin er 1.850 krónur.