Úti í Miklagarði

Istanbul er býur, sum í øldir hevur bjóðað forvitna ferðamanninum av. Býurin hevur altíð havt eina dragandi megi, sum hevur lokkað bæði ævintýrhugaðar norðurlendingar og makthungrandi reiðmenn av asiatisku fløtunum at sær

 

Ferðafrásøgn

1. partur


Istanbul

Býurin hevur fingið navn, sum passar. Istanbul er í grundini ikki turkiskt orð, men navn av grikskum uppruna, sett saman av orðunum »eis tan polin«, sum stutt og greitt merkir »inn til býin«. Og tað er akkurát tað, sum øll gera. Fara inn til hendan býin.

Men ikki er hetta einasta navnið, býurin hevur havt. Kend eru nøvn sum Byzans, Konstantinopel, og nú Istanbul - ella bara Stambul, sum turkar í dag siga í stytting.

Nova Roma - nýggja Rom - nevndu rómverjar býin í síni tíð. Hiðani varð tað stóra Russland kristnað, og gomlu russararnir nevndu býin Zarigrad - Keisarastaðurin. Hann hevur verið nevndur Anthusa - tann blómandi - og arabarar nevndu hann Dar el Sadaat - Eydnusæli staðurin. Eisini norðurlendingar hava havt egið navn til býin, sum mangir teirra gistu í fornari tíð. Teir nevndu hann Miklagarð.

Istanbul er størsti býur í Turkalandi. Tað búgva í dag einar 16 milliónir fólk í býnum, sum liggur á markinum millum Europa og Asia við tað smala Bosporus sundið. Og her er býurin sjálvandi grundaður júst fyri at hava eftirlit við tí ferðslu, sum verið hevur millum Miðjarðarhavið og Svartahavið. Har eru skip farin við farmi, so leingi fólk hevur dugað at siglt. Og farmur er pengar, so teir, sum ráddu fyri borgum, hava lagt tollstøðirnar her, sum lættast var at fáa hendur á teimum ferðandi.

Í dag fara umleið 150 skip um samdøgurði gjøgnum Bosporus. Men nú eru tað ikki longur teir, sum ráða í Istanbul, sum fáa ágóðan av hesi ferðslu. Nú er Bosporus altjóða farvatn, sum einhvør hevur frítt at ferðast ígjøgnum.


Á gomlum gøtum

Tað regnar, tá eg hyggi út gjøgnum stóra vindeygað á hotellinum. Beint undir mær er sjónligur farvegur eftir gomlum býarmúri. Nógvar, nógvar øldir gamal, men framvegis væl hildin, hóast hann ikki altíð hevur klárað uppgávu sína, sum var at halda fíggindanum burtur frá býnum.

Tað koma altíð serligar kenslur fram, tá ein stendur á einum nýggjum stað við so nógvari søgu.

Hugsað tær til, at ivaleyst hava Torstein Drómundur og Spes havt sínar ástarfundir júst her á hesum múrinum. Væl er tað hugsandi, tí beint hinumegin liggur tann stóra, kenda Hagia Sofia kirkjan, sum eisini hevur verið muslimsk moska, men sum nú er fornminnissavn.

Tá Grettir Ásmundarson varð dripin, flýddi drápsmaður hansara, Torbjørn Ongul, til Miklagarðs at krógva seg, tí hann visti, at Grettir átti miklar vinir og frændur, sum fóru at hevna hann, bar tað til. Og tað bar til. Hálvbróðurin Torstein Drómundur fór heilt til Miklagarðs aftan á drápsmanninum, har hann drap hann á vápnatingi væringa.

Menn undraðust á, hví hann gjørdi so, men tá teir høvdu fingið frágreiðingina:

»Tá høvdu mangir við orði, at tann sterki maðurin mundi hava verið mikil, tá Torstein var farin so langt út í heimin at hevna hann«, sum tað stendur í Grettis Søgu.

Hugsað tær. Her hava tey bæði, Torstein og Spes, hvørs kærleika hann vann við síni vøkru kvæðarødd, ivaleyst gingið.

Spes var gift, men helt einki um hjúnalagið, sum hon vildi sleppa burturúr. Hon varð eisini lisin frá manninum og giftist Torsteini.

Um sundurlesingina verður sagt í Grettis Søgu, at tey vórðu lisin sundur av bispi. Eiður skuldi svørjast, og hann varð gjørdur í kirkjuni.

Tá nú bæði bispur og kirkja eru við í hesum tiltaki, er ikki óhugsandi, at henda sama kirkjan hevur verið tann av keisaranum bygda Hagia Sofia.


Hagia Sofia

Hon sær heldur óruddilig út uttan í dag. Hendan risastóra næstan 1.500 ára gamla kirkjan, sum nú er vorðin fornminissavn eftir fyrst at hava tænt sum muslimsk moska í næstan 500 ár. Haðani hevur hon eisini fingið tær fýra minaretirnar, sum eyðkenna moskurnar.

Hagia Sofia er ein av heimsins kendastu bygningum. Og tað er eisini ein serstøk kensla at ganga inni í hesum risastóra, næstan tóma rúminum. Rúmið er øgiliga stórt. Kirkjuskipið er 70 metrar langt, og hválvið 56 metrar høgt og 32 metrar í diametur. Her uppi yvir okkum eru arabisk skrifttekin, sum siga frá mátti Allah og Mohameds profeti, hjálptum av seks kaliffum.

Her í hesum rúminum hava guðstænastur verið hildnar fram til fall Konstantinopels tann 29. mai 1453, tá sultanurin Mehmet II Fehti reið inn í kirkjuna og kunngjørdi úr saðlinum, at nú skuldi hon gerast til mosku teirra rættrúgvandi. Longu tríggjar dagar seinni, tann 1. juni, varð hildin bøn fyri Allah og Mohamedi í Hagia Sofia.

Men ikki varð kristna skrúðið, sum prýddi kirkjuna, oyðilagt, hóast muslimarnir tóku yvir. Sjálvandi var ikki loyvt teimum at hava slíkar myndir, sum í kirkjuni vóru, í eini mosku. So teir kálkaðu uttan á tær og gloymdu so alt um hendan listaliga dýrgripin, har var.

Har vórðu so hesir málningarnir standandi. Goymdir og gloymdir. Men tá Kemal Atatyrk í 1935 kunngjørdi, at Hagia Sofia skuldi vera fornminnissavn, fekk ein amerikanskur vísindamaður loyvi til at leita eftir teimum. Tað eydnaðist at finna hesar dýrgripirnar, sum nú eru varðveittir og standa og líta at tí vitjandi høgt uppi á hesum gomlum veggunum. Maria og Jesus saman við Gabrieli erkaeingli og nígandi keisarum, so tú kennir teg rættiliga í góðum selskapi.

Í árinum 347 lat Konstantin keisari fyrstu kirkjuna byggja her. Hon brann niður í 404, og tann, sum varð bygd aftur, varð oyðiløgd í einum uppreistri í 532.

Men beinanveg legði táverandi keisarin Justinian grundarsteinin til eina nýggja, sum gjørdist tann kenda Hagia Sofia, sum stendur enn, hóast hon er nógv broytt og avskeplað hesar fimtan øldirnar, hon hevur verið til.

Kapel og gravkømur eru bygd aftrat. Kloynd upp í veggirnir at síggja til uttan mál ella mið, men bert sum ein minnisvarði yvir, og gravstað hjá teimum, sum her hava rátt.

Arkitektarnir Anthemiosúr Talles og Isidore úr Milot gjørdu eitt megnarverk, tá teir stóðu fyri upprunaligu kirkjubyggingini. Í 559 datt partur av hválvinum tó niður aftur undir einum jarðskjálvta, men varð bygdur enn størri uppaftur.

Og her hevur fólk gingið allar hesar øldirnar og trúliga sett síni merki í gáttina, sum er slitin niður, so stórur bugur er í.


Væringar

Millum teirra, sum slitið hava gáttina í Hagia Sofia, eru heilt víst eisini mangir norðurlendingar, og kanska eisini onkur føroyingur.

Á døgum Ólavs Heilaga og seinni var vanligt, at norðurlendskir pílagrímar løgdu leiðina um Miklagarð á veg til Heilaga Landið á pílagrímsferðum sínum. Nógvir av hesum monnum góvu seg upp í keisarligu hirðina og stovnaðu har eina serdeild sum lívverjar keisarans. Hendan deild varð nevnd væringar eftir teimum, vita bókmentirnar upp gjøgnum søguna at siga.

Sjálvt heitið væringar stavar frá byrjanini av ellivtu øld, tá norðurlendingarnir vóru serliga nógvir í Miklagarði. Eitt sindur av iva er um, hvat orðið merkir. Men fleiri granskarar halda, at tað stavar frá fornnorrøna orðinum »vár«, sum merkir túfesti. Talan var um hermenn, sum høvdu svorið keisaranum trúskapareið.

Søgan kennir nøvnini á fleiri teirra, sum vóru í væringaliðnum í Miklagarði, eins og á fleiri norðurlendingum, sum fóru pílagrímsferð til Heilaga Landið. Tað gjørdist líkasum móti av samantvinna hesi bæði størvini, um vit kunnu nevna tey so.

Ein tann fyrsti, sum vit vita um hevur gjørt hesa ferðina, er Kollskeggur Hámundsson, sum nevndur er í Njáls Søgu. Hann var í Palestina í árinum 992, verður sagt frá.

Í Njáls Søgu stendur soleiðis um hann, at hann var í Miklagarði, og:

»Tað síðsta, sum frættist frá honum, var, at hann giftist har og var høvdingur fyri væringaliðnum; har var hann til deyðadags, og hann er nú burtur úr søguni.«

Ein annars, sum nevndur er í Miklagarði, er Haraldur kongur Sjúrðarson, sum sambært Grettis Søgu skal hava verið í Miklagarði í árunum 1034 til 1042.

Hetta er so samstundis, sum Torstein Drómundur er farin aftan á Torbjørn Ongli at hevna Grettir. Grettis Søga sigur um Torstein, at hann kom í Miklagarð meðan Mikal Katalak var kongur har. Hann var keisari í Konstantinopel í árunum 1034 til 1041.

Aðrar søgur siga, at Torvaldur Íslands Apostul var í Jerusalem í 990, men kom ongantíð aftur til Íslands. Hann kann væl hava verið ein túr framvið Miklagarði á teirri ferðini.

Eisini verður sagt, at Tórur Hundur, sum gav Ólav Heilaga banasár á Stiklastøðum, angraði sína gerð og endaði sum pílagrímur í Zions Staði. Væl saktans umvegis Miklagarð.

Og so er eisini onkur rímiliga djarvur romantikari, sum heldur, at Ólavur Trygvason als ikki doyði við Svøldur, tá hann »leyp í havið út, og garpar eftir fylgdu«, men svam burtur og bjargaði sær undan fyri síðan at enda sum væringur og pílagrímur í Miklagarði. Men tað er so helst bara ein gjørd søga.

Men kanska hevur hann kortini staðið her, sum so mangur annar norðurlendingur. Kanska eisini onkur føroyingur hevur verið her fyri 1.000 árum síðan og staðið her uttan fyri Hagia Sofia og eygleitt handilsskipini, sum komu og fóru gjøgnum Bosporus við farmi til Pireus og Alexandria ella russisku havnabýirnar inni í Svartahavinum.

Tú hevur altíð loyvi at droyma eitt sindur, tá tú stendur á so søguligum staði. Og hvussu var tað nú við hasum turkisku sjórænarunum? Er tað kanska júst hiðani, genini stava? Kanska er aftur og fram líka langt?

Men nógv er enn eftir at uppliva í hesum søguliga býi. Regnskjólið verður sligið upp, og vit fara út á tær vátu, gomlu og smølu gøturnar í fyrndarstaðnum Miklagarði.