Æti og fiskur

Tíðindaskriv

ALMENNUR FYRILESTUR verður á Fiskirannsóknarstovuni hóskvøldið 4. apríl 2002 kl. 20.00. Eilif Gaard, lívfrøðingur heldur fyrilestur, ið hann kallar: Æti og fiskur.
Eilif Gaard er útbúgvin lívfrøðingur á Universitetinum í Odense í 1986 og vardi doktararitgerð um æti og vistfrøði á føroyska landgrunninum við Universitetið í Tromsø í fjør. Hann starvast á Fiskirannsóknarstovuni og er harumframt tilknýttur lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.
Greitt verður frá um æti á landgrunninum, hvussu tað ávirkar tilgongd og vøkstur hjá fiski, og hvussu landgrunnurin virkar sum vistskipan.
Gróðurin á landgrunninum føðir og nørir smáa djóraætið, ið er føði hjá fiskalarvum og -yngli, og tað er eisini føði hjá botndjórum. Gróðurin er ójavnur ár um annað, og samanbera vit tilgongd og vøkstur av fiski, er týðiligur samanhangur. Tey ár, tá gróðurin er góður, er tilgongdin av toski góð, og hann veksur væl. Og øvugt, tá gróðurin er lítil, er tilgongdin vánalig og vøksturin lítil.
Í fyrilestrinum verður m.a. greitt frá, hvussu óvanligar umstøðurnar vóru á landgrunninum fyrst í 1990 árunum, og hvussu hetta ávirkaði fiskatilfeingið.