Tíggju fólk ákærd fyri at dyrka hassj

Tey tíggju fólkini eru skuldsett fyri at hava dyrkað tilsamans 454 hassjplantur og fyri at hava hassfræ

Í hesum døgum eru heili 10 fólk í Føroya Rætti, har tey eru ákærd fyri at dyrka hassjplantur.


Tilsamans eru tey skuldsett fyri at hava dyrkað 454 hassjplantur, segði Rás2 nú á miðdegi.

 

Men í hesum førum er stórur munur, hvussu nógv, tey hava dyrkað.

 

Í summum førum er talan um tríggjar plantur, men í øðrum førum er talan um at onkur av teimum skuldsettu hevur havt eina heila plantasju við yvir 100 plantum.

 

Rás2 sigur, at umframt hassjplantur, eru fleiri av fólkunum eisini skuldsett fyri at hava fræ, heilt upp móti 2.000 fræ í summum førum

 

- Í fyrsta umfari er talan um tíggju sakir, sum vit føra av praktiskum ávum, sigur ákærin, Stefan Møller Jørgensen.

 

Tá ið talan er um hassjplantur, verða tær sendar til Danmarkar til kanningar og tí skulu serfrøðingar til Føroya at vitna í málinum.

 

Stefan Møller Jørgensen sigur, at í útgangsstøðinum verður mett, at hvør hassjplanta gevur 36 gramm av hassji.

 

- Men hetta er sjálvandi nakað, vit skulu hava staðfest.  Tað kann jú vera, at summar plantur geva 20 gramm av hassj, og hetta er eitt, kanningarnar í Danmark umfata, sigur Stefan Møller Jørgensen.