Tíggju spælarar at halda eyga við

(HM 2014) Bernand, Kovacic, Origi og tvær ferðir Rodriguez eru millum ókendu stjørnuskotini at halda eyga við

Tað er í kvøld, at HM endaspælið í Brasil verður bríkslað í gongd. Tey flestu munnu kenast við spælarar sum Cristiano Ronaldo og Lionel Messi, men tað vóru eisini dagar, tá hesir vóru ungir og ókendir í fótbóltsheiminum.

 

Les eisini: HM sáttmálin til pør

 

Bretska blaðið Dailymail hevur sett navn á tíggju spælarar, sum tú skalt halda eyga við til HM endaspælið í Brasil.

 

Les eisini: Hvør vinnur HM? (Tín meining)

 

Teir tíggju eru:

 

1)   Christian Atsu (Ghana)

22 ára gamli Chelsea spælarin er útróptur til at verða tann afrikanski Messi. Hann hevur í ár verið útleigaður til Vitesse í Hollandi. Hann fekk debut á landsliðnum fyri tveimum árum síðani og hevur spælt 21 landsdystir.

 

2)   Bernard (Brasil)

Framrættaði miðvallarin vísti góðar dygdir í Confederations Cup í fjør, sum er ein upphitingarkapping til HM. Hann bleiv farna summar seldur til ukrainska Shakhtar Donetsk, men hevur ikki sligið til, men er alíkavæl úttikin til brasilska landsliðið.

 

3)   Sofiane Feghouli (Algeria)

Høgri vongurin hjá Valencia verður mettur sum stóra vónin hjá Algeria til HM endaspælið. Hann hevur víst góðar dystir í Europa League kappingini, men kritikkurin av honum er, at hann er ov lítið støðugur í sínum avrikum.

 

4)   Julian Green (USA)

Hevur spælt fyri fleiri ungdómslandslið hjá Týsklandi, men valdi í mars mánaði at skifta tjóðskap. Hann hevur tí bara spælt tveir landsdystir fyri USA. 19 ára gamli Bayern Munchen spælarin er kvikur á fótum og verður mettur at verða ein innskiftari, sum skal gera mun.

 

5)   Mateo Kovacic (Kroatia)

Dettur í millum, tá talan er um miðvøllin hjá Kroatia, tí nøvn sum Luka Modric og Ivan Rakitic eru væl kendari. Men Mateo Kovacic verður helst eitt stórt navn í næstum. Sterki bóltvinnandi miðvallarin spælir til dagligt í italska Inter Milan og er bara 20 ára gamal.

 

6)   Divock Origi (Belgia)

19 ára gamli framherjin hevur sínar røtur í Kenja, har pápi hansara spældi við á landsliðnum. Hann er ein av tveimum framherjum, sum kappast um fremsta plássið við Romelu Lukaku. Hann spælir til dagligt í franska Lille, har hann verður mettur sum nýggja stjørnan á liðnum, eftir at felagið seldi Eden Hazard til Chelsea.

 

7)   James Rodriguez (Kolumbia)

Skifti farna summar til Monaco fyri fleiri hundrað milliónir krónur, men hevur ikki fingið nógva umrøðu í altjóða fjølmiðlunum. 22 ára gamli miðvallarin er kvikur á fótum og hevur góðan bóltførleika. Uttan Radamel Falcao í hópinum er trýst á Rodriguez at avrika.

 

8)   Ricardo Rodriguez (Sveis)

Heldur ótrúliga eru Sveiss styrkismettir í hægsta bólkinum til HM endaspælið, men hetta gevur teimum ein møguleika at koma víðari. Ein av spælarunum at halda eyga við er vinstri bakkurin hjá týska Wolfsburg, Ricardo Rodriguez. Hevur eitt framúr fríspark og leggur upp til fleiri mál.

 

9)   Son Heung-min (Suðurkorea)

Miðvallarin hevur longu spælt fýra kappingarár í týsku Bundesliguni, hóast hann bara er 21 ára gamal. Kann skjóta við bæði vinstra og høgra beini, umframt at hann er kvikur á fótum. Kritikkurin er, at hann skjýtur ov nógv.

 

10)   Georginio Wijnaldum (Holland)

Hevur í fleiri ár verið mettur ein miðvallari fullur av talenti, men higartil hevur tað ikki eydnast honum at fáa fult burturúr. Er 23 ára gamal og kemur helst at standa í skugganum av Wesley Snejider á miðvøllinum. Fær hann møguleikan, so kemur tú at síggja ein spælfordeilara við góðum evnum.

 

Fyrsti dysturin í HM endaspælinum verður í kvøld, tá Brasil tekur móti Kroatia. Dysturin byrjar klokkan 21.