Løgreglan í Suðuroy hevur nú tikið ein drong fyri at hava gjørt herverk á Kirkjuna og Skúlan.
Jaspur Vang, økisleiðari hjá løgregluni í Suðuroy sigur, at talan er um eimn ungan drong og hann hevur viðgingið seg sekan í báðum herverkunum.
Fyrra herverkið var á Vágs Kirkju nú eina náttina, har hann hevði málað orið ”Satan” tríggjar ferðir á kirkjudyrnar við reyðari máling.
Annað herverkið var í skúlanum í Vági í nátt, har hann hevur málað ein stóran hakakross og ”Hail Hitler” og ”Hitler” við reyðari máling á skúlaveggin inni í skúlagarðinum.
Tað er málað við stórari skrift, umleið ein metur í hædd og tveir metrar í breidd, sigur løgreglan.
Løgreglan var greið yvir, at samanhangur var ímillum herverkið á kirkjuna og herverkið á skúlan, tí tað varð staðfest, at talan er um somu máling, sum varð brúkt í báðum førum, sigur løgreglan.
Og nú er so ein ungur drongur tikin og hevur viðgingið seg sekan í báðum førum.