Tikin við ólógligum koyrikorti

Í morgun tók løgreglan ein útlendskan bilførari og tað vísti seg, at koyrikortið, hann hevði, var ikki galdandi í Føroyum.

Áðrenn bilførarar við útlendskum koyrikorti, koma til Føroya, eiga teir at tryggjað sær, at koyrikortið er galdandi í Føroyum.

Annars má viðkomandi fáa sær føroyskt koyrikort fyri at hava loyvi at koyra bil í Føroyum,

Í summum førum fær bilførarin nýtt koyrikort, men í øðrum førum má hann taka koyrikortið av nýggjum í Føroyum, sigur løgreglan.

Tað eru bilførarar úr Norðurlondum, ES og londum, sum hava avtalu við ES um koyrikort, sum kunnu koyra í Føroyum, uttan at hugsa um koyrikortið, sigur Akstovan.

Men tað kemur fyri, at løgreglan í Føroyum tekur bilførarar úr øðrum londum, sum ikki hava galdandi koyrikort í Føroyum og tað gjørdi seg so aftur galdandi í morgun.

Annars høvdu onkur fólk tað til stuttleika í nátt at klúgva upp á takið hjá Frelsunnarherinum í Havn.

Men tey komu niður aftur í øllum góðum.

Byggipallur stendur upp eftir húsunum og tað var upp eftir tí, at fólk vóru farin upp á takið.

Løgreglan heitir á tey, sum hava byggipallar standandi upp eftir húsum, um at royna at tryggja tað sum best, tí tað tykist sum at hjá summum verður freistingin ov stór.