Útikonsert í Perlutúni

Klokkan hálvgum fimm í dag verður Perlutúnið í Tórsgøtu karmur um eina fullblóðs poppkonsert við Blusette.

Hetta er fyrstu útikonsertin í Perlutúninum í summar. Ætlanin er at skipa fyri tílíkum útikonsertum gjøgnum summarið, og á tann hátt fylla mentanargøtuna við tónleiki.

Frálíku Bluesette vunnu Sement í 2016. Tey teljast millum mest spennandi ungu bólkarnar í høvuðstaðnum. Gávuríki Ragnar Finnsson og Marianna Nagata standa á odda fyri Bluesette.  

Marianna Nagata hevur síðan ungan aldur gjørt vart við seg sum songkvinna, nú hevur hon so funnið saman við eini røð av dugnaligum tónleikarum. Saman hava tey stovnað bólkin Bluesette, sum spælir funky og groovy tónleik eitt nú blues, popp og westcoast. Hetta er heimagjørdur tónleikur, kryddaður við onkrum tøkulagi.

Konsertin er ókeypis og øll eru vælkomin at njóta løtuna.