Til pápa á 70 ára degnum.

Mánadagin 13. august verður pápi okkara 70 ár. Pápi er triðja barni av fýra hjá Elias Martin og Emilju Tvørfoss, sum bæði vóru úr Gøtu og hann er eisini gøtumaður um ein háls. Ólfríða, sum er búsett á Strondum er elst, Absalon, sum doyði fyri hálvum øðrum ári síðani var næstelst og Petra, sum er búsett í Danmark, er yngst. Foreldrini vóru bæði serliga blíð og húsini hann kemur úr, vóru væl umtókt og væl vitja so leingi tey bæði livdu. Tað eru nógv, sum kenna til blíðskapin hjá teimum og tað er eisini nakað børnini hava arvað. Hann hevur arvað tað úteftirvenda sinnalagið, sum bæði mamma og pápi hansara høvdu og hann hevur tískil ikki trupulleikar við at koma í prát við bæði kend og ókend. Pápi bleiv giftur við mammu, sum kemur úr Søldarfirði, fyri 43 árum síðani og tey bæði hava megnað at bygt eitt heim, sum hevur verið trygt, har bæði kærleiki og gudsótti hava fylt nógv.

 

Pápi hevur verið sjómaður stóran part av lívinum og tað fyllir eisini nógv í prátinum hjá honum. Hann hevur m.a. verið økisumboðsmaður hjá Fiskimannafelagnum í Gøtu í nógv ár. Hann hevur siglt við ymiskum skipum bæði úr Gøtu og aðrastaðni og hevur eisini roynt at fiska við týskarum, tá teir høvdu tørv á at læra at fiska uppá føroyskan máta. Flestu árini vit minnast sigldi hann við skipum úr Gøtu, Geyta Reyða og serliga Jupiter, sum varð seinasta skipið hann sigldi við. Sum so nógv onnur á okkara aldri hevur tað verið ein partur av okkara uppvøkstri, at pápin var burtur ein stóran part av árinum og mamma tí kom at verða høvuðsuppdragarin.

 

Tað hevði tó sínar fyrimunir, at hann ikki altíð var heima, tí tá hann so var har hevði hann góða tíð til okkara og so fingu vit gjørt ymiskt saman. Tað spenti frá at gera okkurt við hús ella í nærumhvørvinum, sum t.d. at fiska og fara fjalltúrar, til at fara túrar til aðrar oyggjar. Við vandanum fyri at ljóða sum undanfarin ættarlið, so var tað ikki so vanligt tá at fara uttanlanda, so tað vóru vit ongantíð saman, fyrr enn børnini hjá honum fluttu uttanlands. Hartil skal eisini sigast, at hugurin hjá pápa okkara at fara aðrastaðni enn runt her á oyggjunum, ikki er vaksin við aldrinum. Kærleikin til Føroyar er heldur vaksin við árunum, og tað er ikki góður siður at siga nakað ringt um Føroyar við hann.

 

Annars er um pápa at siga, at hann er verkamaður burturav og hevur ringt við ikki at fáast við okkurt. Tað hevur sermerkt hann, at hann hevur eitt serligt áræði, sum ger, at hann ikki fírir fyri at fara í gongd við ymiskt, sum hann ikki hevur fingist við áðrenn; tað er stutt frá tanka til handling og tað er eisini komi okkum væl við til tíðir. Frá 50 ára aldri fram til pensiónsaldur hevur hann arbeitt á landi, tey síðstu nógvu árini sum áleggjari av gólvum o.a., sum hevur við málingahandil at gera. Hann var partaeigari í Litaval á Høgabóli í nógv ár, áðrenn teir seldu og hann byrjaði at arbeiða fyri seg sjálvan. Eftirspurningurin eftir honum er stórur enn, so tað kanska sigur nakað um dygdina av tí hann ger.

 

Átrúnaðurin hevur havt eitt serligt pláss hjá pápa og hann hevur alla okkara tíð verið ein av berandi kreftunum í Filadelfia í Gøtu. Tá vit vóru minni hevði hann ofta sunnudagsskúlan saman við øðrum og legði annars eitt stórt arbeiði í, at fólk skuldu hoyra tann góða boðskapin. Tað sama kann sigast um hann nú hann rundar 70. Trúgvin hevur nógv at siga við sama lag og hvør dagur byrjar við bíbliulestri og bøn og endar uppá sama máta. Vit halda eisini, at hann roynir at liva eftir tí hann trýr restina av tíðini. Millum manna hevur hann ikki ilt við at siga hvat hann stendur fyri.

 

Pápi gjørdist eisini abbi á ungum aldri. Hann var bara 45 ár, men frá dag eitt hevur hann stórtrivist í leiklutinum sum abbi og hevur tikið sær nógva tíð til øll abbabørnini. Tað, sum tey hava havt stórst gleði av, er abbasa tol og hug til at vera úti í náttúruni. Honum dámar væl at fara at fiska við teimum, geva seyðinum at eta og at hyggja til dunnurnar. Abbabørnini er nú seks í tali og tað sjeynda er á veg, og tey eru ein stór gleði fyri hann í tí dagliga.

 

Pápi er nú pensioneraður og roynir eisini at taka sær tíð til at gera ymiskt, sum hoyrir aldrinum til. T.d. er hann onkuntíð saman við øðrum pensionistum til ymisk tiltøk. Harafturat hevur hann verið við til at fáa á føtur eitt undirhús, Torvalds kaffi, niðri á keiini í Gøtu. Annars er hann nógv saman við mammu, og tey njóta at vera saman einsamøll og pleja bæði hvønn annan og felags áhugamál. Eitt annað sermerki hjá pápa er, at hann er so ótrúliga góður við konuna hjá sær og setur hana yvir alt. So samanumtikið kann sigast um pápa okkara at hann er ein gudsóttandi, raskur maður, sum elskar konuna hjá sær.

 

Vit, børnini, svigerdøtur og abbabørn, vilja við hesum takka tær fyri tað, tú hevur verið fyri okkum og ynskja tær og mammu nógv góð ár framyvir.

 

Heidi, Óli Jákup, Petsi, Rasmus, Óluva, Heidi, Erland, Benjamin, Ingolf, Emilja, Hargarð og Anna.