Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður
-----------
Vónandi er tað nú vorðið legalt hjá javnaðarfólkum at hugsa og siga, sum er: Tað er føroyski limaskapurin í Ríkisfelagsskapinum, sum ger, at innistandandi hjá føroyingum í føroyskum bankum stendur trygt. Formaður floksins tykist hava gjørt eina gleðiliga kúvending.
Endiliga sá Javnaðarflokkurin ljósið! Tað, sum øll skilafólk vistu – eisini tey í Javnaðarflokkinum – er nú loksins vorðið stovureint í leiðslu Javnaðarfloksins.
Danska fíggjareftirlitið veitir tryggleika
Tað má vera niðurstøðan eftir eitt innslag í Útvarpinum á døgurða mikudagin 6. januar.
Har varð landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, spurdur um ymiskt í sambandi við innskjótaratrygdina í føroysku peningastovnunum.
Essensurin av tí, sum Jóannes Eidesgaard segði, var, at ongin føroyingur skal stúra fyri pengum sínum, sum standa í føroyskum peningastovnum, tí fíggjareftirlitið og fíggjarmálaráðið í felag arbeiða við at tryggja, at innskjótaratrygdin í Føroyum verður eins góð og í Danmark eftir 1. oktober, tá Bankapakki I fer úr gildi.
Við øðrum orðum: Takið tað róligt føroyingar, tí saman við danska fíggjareftirlitinum verður syrgt fyri, at danska innskjótaratrygdin verður fult út sett í gildi her hjá okkum.
Hetta var boðskapurin.
Púra rætt
Nú skal eg sjálvandi skunda mær at geva landsstýrismanninum í fíggjarmálum púra rætt: Innistandandi hjá føroyingum í føroyskum bankum stendur trygt.
Orsøkin er, at Føroyar eru partur av danska fíggjarsektorinum, eru undir donskum fíggjareftirliti og eru við í donsku bankapakkunum.
Tí kunnu tey, sum hava pengar standandi í føroyskum bankum ella sparikassum, sova trygt hvørja nátt. Pengarnir hvørva ikki, sjálvt um bankarnir í allar ringasta føri skuldu farið á húsagang.
Áhugaverd kúvending
Tað áhugaverda í hesum máli er, at tað er Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, sum førir sjónarmiðið fram.
Fyri umleið hálvum øðrum ári síðani hevði formaðurin í Javnaðarflokkinum nevniliga eitt heilt annað sjónarmið.
Tá stóð Jóannes Eidesgaard, táverandi løgmaður, saman við Tjóðveldinum og Miðflokkinum og billaði fólki inn, at tað var skilagott at taka Føroyar burtur úr danska fíggjarsektorinum, yvirtaka fíggjarøkið og stovnseta eitt føroyskt fíggjareftirlit.
Øll fakfólk og skilafólk ávaraðu av góðum grundum ímóti hesi vandamiklu ætlan. Eitt føroyskt fíggjareftirlit hevði nevniliga havt eitt avmarkað trúvirði, og tað hevði verið skroypiligari enn hitt íslendska, sum í fíggjarkreppuni hevur spælt fullkomiliga fallit.
Kortini vildu táverandi løgmaður úr Javnaðarflokkinum saman við Tjóðveldinum og Miðflokkinum ikki lurta.
Teir vaknaðu tó við kaldan dreym í september 2008. Tá fullu bankar um allan heim sum dominobrikkar, og fíggjarkreppan gjørdist veruleiki.
Vit eiga at minnast fortíðina, hóast hon ikki er so langt síðani.
Íslendskir tilstandir
Onki eigur heldur at forða okkum í at hugsa, hvat hevði hent í Føroyum, um vit ikki vóru við í tryggu donsku skipanunum, sum í dag veita okkum rímiligan stabilitet, hóast fíggjarkreppan framvegis leikar í kring allan knøttin.
Hvat hevði hent, um Jóannes Eidesgaard, Høgni Hoydal og Karsten Hansen høvdu trýst garrvillu yvirtøkuna av fíggjarøkinum og fíggjareftirlitinum igjøgnum?
Tað stutta av tí langa er, at so høvdu vit nú havt íslendskar tilstandir í Føroyum.
Júst í hesum døgum berjast okkara frændir í Íslandi við eina kreppu, sum er nógv djúpari enn nakað, ið áður er sæð her um okkara leiðir.
Ein stór orsøk er, at teirra íslendska fíggjareftirlit var ov veikt, tá íslendsku bankavíkingarnir tóku lán og søplaðu milliardirnar burtur í vakstrarrúsinum, ið ráddi.
Úrslitið er, at íslendska tjóðin – glæsiliga fyrimyndin hjá loysingarflokkunum í Føroyum – er sokkin í knæ. Hetta er tíverri veruleikin, og vit harmast øll.
Men samstundis skulu vit prísa okkum lukkulig fyri, at tað ikki eru vit og okkara børn, sum standa í búskaparligu sugguni.
Tillukku við kúvendingini
Nú er sum nevnt vent í holuni hjá Eidesgaard, og tað er at fegnast um.
Vónandi er tað nú vorðið púra legalt hjá javnaðarfólkum at hugsa og siga sum er: Tað er føroyski limaskapurin í Ríkisfelagsskapinum, sum ger, at innistandandi hjá føroyingum í føroyskum bankum stendur trygt.
Vóru Føroyar ikki við í Ríkisfelagsskapinum, so vóru Føroyar heldur ikki partur av danska fíggjarkervinum, ikki undir eftirliti av danska fíggjareftirlitinum og heldur ikki við í donsku bankapakkunum.
So einfalt er tað.
Tillukku við kúvendingini. Vónandi er hon varandi.