Løgtingið hevur ongan fund aftur fyrr een 4.februar.
Orsøkin er ikki bert, at fáa mál eru at viðgeraz í løtuni, men eisini tí at Útnorðurráðið hevur fund í hesum døgum í Reykjavík.
Sjálvur formansskapurin hevur fund, men so verður eisini ein sonevnd "temaráðstevna" hildin í Reykjavík, har nógv tingfólk úr útnirði luttaka.
Lars Emil Johansen úr Grønlandi er formaður í Útnorðurráðnum. Han tók við eftir Bill Justinussen. Unnur Brá Nonráðsdóttir er fyrri næstformaðurin og Kári P. Højgaard er annar næstformaður í ráðnum.