Dagsskráin fyri tingfundin, ið verður sett klokkan tíggju í morgun, er ein av teimum styttru. Trý mál eru á skránni.
Fyrst á skránni er fyrsta viðgerð av uppskoti til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 1999 og um frágreiðing um virki ráðsins í 1999. Tað var Jógvan Djurhuus, ið vegna føroysku sendinevndina legði uppskotið fyri løgtingið 3. november.
Næsta málið á skránni er svar frá løgmanni upp á fyrispurning frá Bergi P. Dam um rættartrygd hins einstaka. Fyrispurningurin varð fráboðaður 8. oktober.
Seinast á skránni fyri tingfundin í dag er framløga.