Kortini er tað fyrisitingin hjá landsstýrinum, ið vegna landsstýrið ger nógv tey flestu lógaruppskotini, sum løgtingið síðani bert skal avgreiða. Hetta eru tingmenn ónøgdir við, og grundlógarnevndin setir spurnartekin við málið
Einasti neyðugi førleikin hjá einum tingmanni er, at hann dugir at skyna á grøna og reyða knøttinum, tá hann skal atkvøða fyri ella ímóti lógaruppskotunum, ið koma úr landsstýrinum.
Soleiðis segði núverandi landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum, Tórbjørn Jacobsen, í drúgvari samrøðu við Sosialin, meðan hann enn var tingmaður.
Tað, sum Tórbjørn Jacobsen í samrøðuni sipaði til var, at tingfólk í veruleikanum bert sita í tinginum og avgreiða lógaruppskot, sum landsstýrið leggur fyri tingið.
Nú er Tórbjørn Jacobsen landsstýrismaður og hevur eina umsiting, sum smíðar lógaruppskot fyri hann at leggja fyri tingið til samtyktar.
Men meiningin um vantandi lóggávumyndugleikan hjá løgtinginum er ikki burtur, hóast Tórbjørn Jacobsen nú situr hinumegin borðið og umboðar útinnandi valdið.
Hans Pauli Strøm, tingmaður, er limur í einum arbeiðsbólki í grundlógarnevndini, sum viðger føroyska stjórnarvaldið. Í hesum arbeiðsbólki hevur hann, saman við øðrum tingmonnum og serkønum, sett fram spurningin, um løgtingið við at samtykkja nýggju stýrisskipanina hevur latið frá sær veruliga lóggávumyndugleikan og gjørt seg sjálvt so at siga arbeiðsleyst.
Serkunnleikin vantar
Heilt arbeiðsleyst er løgtingið kortini ikki. Tí tað skal hvørja tingsetu, afturat mongu uppskotunum frá landsumsitingini, eisini viðgera fleiri uppskot, ið andstøðutingfólk leggja fram.
Men trupulleikin við uppskotunum frá andstøðuni er í flestu førum, at tey ikki eru nóg væl gjøgnumarbeidd. Orsøkin til hetta er, at anstøðutinglimirnir og tinglimir annars ikki hava tann serkunnleikan tøkan, sum landsstýrismenninir hava í umsitingini.
Tískil eru uppskotini frá andstøðuni oftast veikari enn uppskotini frá landsstýrinum, samstundis sum tað koma fá uppskot frá andstøðuni orskað av, at hon ikki hevur orku til at fyrireika uppskotini.
Alt hetta ger, at tað er ein rár hending, at eitt andstøðuuppskot verður samtykt í løgtinginum.
Men hetta heldur løgmaður einki løgi vera í. At flestu uppskotini, ið verða samtykt í tinginum koma frá landsstýrinum er ikki ørðvísi enn í øðrum londum, sigur hann.
? Málið eftir eitt val er jú, at tað skal vera politikkurin hjá samgonguni, ið verður førdur út í lívið, ger løgmaður greitt.
Kortini ásannar løgmaður, at tað ikki er rætt, at alt lóggávuinitiativ skal koma frá útinnandi valdinum. Og hann er greiður um, at trupulleikin hjá løgtinginum er vantandi serkunnleiki.
Tí heldur Anfinn Kallsberg, at tað møguliga hevði loyst seg at sett nakrar løgfrøðingar á løgtingsskrivstovuni, sum kundu hjálpt tingmonnum við at smíða lógaruppskot. Men samstundis heldur løgmaður, at hetta kann seta samgognuna í eina tvístøðu. (Samgongan hevur jú skrivað undir eitt samgonguskjal, sum landsstýrið við síni fyristing skal halda seg til, og tí er tað óheppi, at løgtingið við einari aðrari fyrisiting fer at mótarbeiða hesum.)
Formansskapurin í løgtinginum hevur tikið nøkur stig til at betra um møguleikarnar hjá tingfólkum. Løgfrøðingar eru í ávísan mun til taks á løgtingsskrivstovuni, og tingbólkarnir hava fingið pening til at seta hvør sín skrivara.
Men tingfólk halda framvegis ikki, at tey hava nóg góðar umstøður til at røkja uppgávuna sum lóggávuvald, hóast løgmaður vísir á, at tað ongantíð áður eru samtykt so nógv andstøðuuppskot, sum seinastu árini.
Ov lítla tíð
Ein annar trupulleiki, sum plágar tingfólk er, at nógv lógaruppskot, sum koma úr landsstýrinum, koma fyri í tinginum so stutt áðrenn neyðugt er at seta tey í gildi, at løgtingið ikki fær møguleika at viðgera tey nóg væl.
? Vit tigmenn sita í dag í løgtinginum og blástempla slík uppskot, sum vóru vit bert ein avgreiðsluskrivstova, sigur Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
Hetta heldur løgmaður ikki vera rætt. Tí tað skal sambært tingskipanini vanliga taka hálvanannan mánað at avgreiða eitt lógaruppskot í løgtininum.
? Eg skilji ikki, at løgtingið kann finna uppá at atkvøða fyri uppskotum, sum tað ikki hevur sett seg inn í, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Í hesum sambandi hevur Anfinn Kallsberg hug at finnast at sjálvari skipanini í teimum ymisku flokkunum á tingi.Tí vanlig mannagongd hjá sitandi landsstýri er, at øll lógaruppskot skulu sendast út til flokkarnar til kunningar, áðrenn tey verða endaliga avgreidd í landsstýrinum og løgd fyri tingið. Og løgmaður vissar um, at soleiðis verður farið fram.
? Trupulleikin er bert tann, at vit hoyra aldri nakað aftur frá flokkunum, sigur løgmaður.
Hendan mannagongdin hjá landsstýrinum er lík mannagongdini í Danmark, har ráðharrarnir altíð taka framsøgufólkini hjá øllum flokkunum fyri ávísa málið við í viðgerðina, áðrenn lógaruppskotið fer fyri Fólkatingið. Við hesum tryggjar ráðharrin sær, at meiriluti verður fyri uppskotinum í Fólkatinginum, hóast andstøðan í Danmark ofta er størri enn samgongan.
Vanvirða tingið
Men júst boðini um, at nú skuldu øll lógaruppskot frá lansstýrinum sendast út til flokkarnar til viðgerðar, áðrenn tey fara í tingið, hava skapt øsing millum politikarar.
Tingfólk í samgonguni eru farin so langt sum at siga, at løgmaður við hesi mannagongd leggur upp til einaræði, og at hann vanvirðir tingið.
? Er samgongan liðug at viðgera øll lógaruppskot áðrenn tey koma fyri tingið, verður andstøðan sett til viks, og hetta er at vanvirða tingið, segði Heni O. Heinsen, sum tá var formaður Tjóðveldisfloksins, við Sosialin 6. januar í ár.
Tað, sum ruðuleikin tá snúi seg um, var pensjónsmálið hjá Helenu Dam á Neystabø. Tað varð lagt fyri tingið 23. november 1999 og í skundi samtykt 22. desember 1999, tí lógin skuldi koma í gildi áðrenn 1. januar ár 2000. Hetta var ein tíð, har nógv uppskot vóru til viðgerðar í løgtinginum, millum teirra fíggjarlógaruppskotið fyri ár 2000.
Uppskotið var ikki fullfíggjað, og skapti tað beinanvegin stórar trupulleikar í skattingini av pensjónistum. Men tingmenn søgdu orsøkina til, at teir tóku undir við uppskotinum, vera, at málið kom alt ov seint í tingið og varð tískil skrumblað ígjøgnum.
Á tíðindafundi longu 4. januar segði løgmaður orsøkina vera, at tingfók ikki høvdu sett seg nóg væl inn í uppskotið, áðrenn tað kom til viðgerðar, og tískil ikki vóru før fyri at mæla til broytingar. Uppskotið varð nevniliga sent flokkunum til ummælis, áðrenn tað kom fyri tingið.
Løgtingsformaðurin segði við Sosialin 6. Januar, at orsøkin til ruðulleikan var, at tingið ikki hevði fingið nóg góða tíð at viðgera málið.
Kommunuvallógin tvey ár ov sein
Uppskotið um at broyta lógina um kommunuval, sum í dag er til triðju viðgerð í tinginum, er enn eitt dømi um eitt lógaruppskot, sum í skundi er skrumblað gjøgnum tingið uttan ávirkan frá tingfólki.
Løgmaður ásannar enntá í viðmerkingunum til uppskotið, at tað skuldi verið komið longu fyri tveimum árum síðani, tá Kommunuálitið í september 1998 mælti til hetta.
Men uppskotið varð ikki lagt fyri tingið fyrr enn 19. september í ár umleið 750 dagar ov seint.
Síðani ganga átta dagar frá fyrstu viðgerð, sum er 21. september, til nevndin skrivar eitt álit, sum er eina lítla A4 síðu til longdar.
Skuldi nakar tingmaður fingið hug at granska uppskotið nærri og møguliga fingið framt somu hoyringar og fingið somu ráðgeving, sum landsstýrið, hevði hann ikki meira enn átta dagar at gera hetta í.
Rættarnevndin, sum viðgjørdi málið, hevði bert stundir at tosa við tríggar mans, sum eru at finna í eini ringrás á 500 metrar frá løgtingsskrivstovni.
Nevndin hevur fund við Leiv Hansen, býráðsformann í Havn, Jens Marius Poulsen, býráðsskrivara í Havn, og Anfinn Kallsberg, løgmann. Tó tosar formaðurin í nevndini við umboð fyri Kommunufelagið og Kommunusamskipan Føroya gjøgnum telefonina.
Tingið fær ikki møguleika at senda uppskotið til viðgerðar hjá óheftum serfrøðingum, rættarnevndin fær eingi innlegg frá teimum, sum skulu liva undir lógini og týdningarmikla málið verður ikki viðgjørt við almennum orðaskifti.
Oman á tað heila biður landsstýrið um at fáa lógina broytta, eftir at uppskotið er lagt fram. Løgmaður heitir á rættarnevndina at skoyta upp í lógaruppskotið, at fyrsta kommunuvalið sambært hesi lógini fer fram týsdagin 21. november 2000. Lógin sigur annars, at kommunuval skal fara fram annan týsdag í november.
Orsøkin til at løgmaður bað um at fáa hetta skoytt upp í lógina var, at lógin kom so mikið seint fyri tingið, at ikki fór at bera til at fáa hana lýsta á lógligan hátt áðrenn annan týsdag í november í ár.
Bert avgreiðslustova
Landsstýrið hevur í hesum føri enn einaferð trýst eitt lógaruppskot gjøgnum tingið. Og tingið hevur trýst á grøna knøttin og avgreitt lógina.
Landsstýrið hevur alt lógarinitiativið, og tingnevndir sleppa ikki at viðgera tørvin á lógum. Men bert mál, sum eru løgd fyri tingið.
Tingnevndir kunnu ikki skipa eina hoyring um tørvin á til dømis nýggjari ferðslulóg.
Tingnevndir ella tingfólk kunnu ikki biðja ein jurist skriva eitt uppskot um lóg og fáa hann at finna fram viðkomandi tilfar, gera tilmæli, skriva viðmerkingar, viðgera politisku støðutakanina og so fram vegis.
Tí kunnu tingfólk, føroya fólk og óheft serkøn spyrja seg sjálv, um tey ikki bert eru eitt óneyðugt avgreiðslulið í parlamentarisku skipanini.